BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Vitjað skúlar

Dátuefturlitið fær javnan áheitanir frá skúlum, ið  ynskja at hoyra okkara framløgu um tryggari ferðslu á netinum. Framløgurnar kunnu verða í skúlatíð fyri næmingunum á skúlanum, har tað í høvuðsheitum er bóklingurin "Tað er tín avgerð 2", ið verður gjøgnumgingin, samstundis sum ymiskir stuttfilmar verða vístir, ið varpa ljós á vandarnar, ið kunnu standast av internetsamskifti.
Dátueftirlitið kann eisini halda framløgu fyri foreldrunum um kvøldið til felags foreldrafund, har foreldrini verða kunnaði um, hvat innihaldið í bóklinginum er, og har foreldrini fáa góð ráð um hvussu tey best kunnu leiða børn síni gjøgnum vandarnar á netinum. Framløgurnar eru ókeypis og verða hildnar eftir umbøn frá skúlunum.

Dátueftirlitið hevur verið á hesum vitjanum í 2011 og 2012:
Framløgur fyri næmingum í 2012:
- Frískúlin í Havn
- Frískúlin við Hoyvíkstjørn
- Tórshavnar Kommunuskúli
- Hoyvíkar Skúli
- Venjingarskúlin
- Stranda Skúli
- Lesandi á Fróðskaparsetrinum um gransking
- Skúlin við Løgmannabreyt - temadagur

Framløgur fyri foreldrum í 2012:
- Frískúlin í Havn
- Tofta Skúli
- Skúlin við Løgmannabreyt
- Kaldbaks Skúli
- Eysturskúlin

Framløgur fyri næmingum í 2011:

- Føroya Handilsskúli
- Miðvágs- Sandavágs Skúli
- Eysturskúlin

Framløgur fyri foreldrum í 2011:
- Sandoyar Meginskúli
- Kollafjarðar Skúli
- Hósvíkar Skúli
- Venjingarskúlin
- Argja Skúli
 
Góð ráð til foreldur
Sum foreldur er tað ofta trupult at vita, hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi spurninginum um børn á internetinum, og tí verða her nøkur góða ráð til foreldur endurgivin:

Góðtak at elektroniskir samskiftismiðlar eru vorðnir ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Fartelefonin og internetið eru komin fyri at vera, og tú kanst eins væl taka í hondina á barninum og leiða tað gjøgnum vandarnar á netinum. Vís vegin – eins og í ferðsluni.

Tosa við tey. Sum foreldur hevur tað týdning at hava áhuga fyri, hvat børnini gera, tá tey eru á netinum og at tosa við tey um tað fyri á henda hátt betur at skilja, hvat tey fáast við á netinum, og hvussu tey nýta fartelefonina.

Kunna teg og fylg við. Vitja tær síður, sum tey ungu vitja Kjatta send ein sms, spæl við – royn sjálv. Vís áhuga í staðin fyri ótta, sum ofta kemur av vantandi kunnleika til hesar nýggju samskiftismøguleikar.

Lat vera við at seta forboð – men set ístaðin realistisk mørk. Ger t.d ein politikk fyri nýtslu av interneti, fartelefon, myndatólinum í telduni, spølum v.m saman við børnunum.

Minst til at forvitni og at royna, hvussu langt tú kanst fara, eru nátúrlig, og at tín ábyrgd ikki bara er at siga nei, men at vera tann vaksni, ábyrgdarfulli sparringspartnarin, tá mørk skulu roynast.

Lurta eftir børnunum, tá tey royna at taka teg við. Lurta eisini eftir tí, sum ikki verður sagt. Legg merki til broytingar í teirra atburði. Eru tey kedd ella stúrin?

Ella sagt við øðrum orðum:

Tosa saman. Besta keldan til kunnleika um, hvat títt barn ger á netinum, er barnið sjálvt. Tosa og lurta. Hvørjar síður vitja tey? Hvønn eru tey vinir við? Hvønn eru tey ikki vinir við? Hvat gera tey, um tey koma út fyri onkrum keðiligum ella ótespiligum á netinum, hvønn tosa tey tá við? Á hendan hátt fært tú ein betur kunnleika til on-line lívið, tey liva, og kanst betur hjálpa og stuðla teimum.

Lær tey um persónsvernd. Tosa við tey, um at tey hava ábyrgdina av tí, tey hava lagt út á internetið, eins og blaðstjórar hava ábyrgdina av tí, sum verður skrivað í bløðunum. Tað hevur stóran týdning, at tey hugsa seg væl um, hvørja ferð tey skriva um seg sjálvi ella onnur í kjatti, bloggum, heimasíðum og øðrum á netinum. Sama er galdandi fyri myndir. Tað er altíð ein góður skikkur at fáa samtykki frá tí, sum er á myndini, áðrenn hon verður løgd á netið. Ofta er hetta eisini eitt lógarkrav.
Tað hevur týdning, at tey fáa at vita, at ongin er anonymur á netinum og at vit øll lata elektroniskar slóðir eftir okkum. Slóðir, sum onnur kunnu nýta ella misnýta, um ein er óheppin.

AnniJanni