BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Treytir til loyvi

Treytir til loyvi
Tá Dátueftirlitið gevur loyvi til viðgerð av persónsupplýsingum, verða treytir settar í loyvinum. Treytirnar eru ymiskar, alt eftir hvat slag av loyvi, tað snýr seg um.

Loyvi til tíðaravmarkaðar verætlanir
Dømi um tílíkar verkætlanir kann vera:
  • ein granskingarstovnur, sum kannar hvørji árin eitt ávíst evni í náttúruni hevur á likamið,
  • ein persónur, sum skrivar høvuðsuppgávu í sambandi við hægri lesnað og skal senda spurnarbløð til ávísar samfelagsbólkar ella til útvaldar persónar, 
  • ella ein nøgdsemiskanning har brúkarar av einari ávísari tænastu fáa spurnarbløð, sum verða nýtt sum liður í einari kanning av tænastuni á økinum.
Hesi loyvi eru altíð tíðaravmarkað og umframt vanligu treytirnar um trygd, er ein treyt til hesar verkætlanir altíð, at upplýsingarnar verða strikaðar ella dulnevndar, tá verkætlanin er liðug. Treytir verða vanliga eisini settar til kunningina av teimum, sum luttaka í verkætlanini, so at tey vita hvat tað er tey luttaka í, og hvussu upplýsingarnar seinni verða nýttar.

Onnur loyvi
Loyvi verður somuleiðis givið til almennar myndugleikar ella privat feløg, sum skulu hava loyvi at viðgera ávísar viðkvæmar upplýsingar sum liður í sínum virksemi ella til myndugleikaútinnan.

Av treytum, sum vanliga verða settar til tílík loyvi, kann nevnast at treytir verða settar til bæði fysisku, elektronisku og fyriskipanarligu trygdina, at brongla ávísar eyðmerkingarupplýsingar, trygdina í sambandi við manuelt tilfar, til at geva upplýsingar víðari og til trygdina hjá møguligum dátuviðgera.
 Boks oydubloed

AnniJanni