BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Gransking

Granskingarverkætlanir og aðrar verkætlanir
Tá ið verkætlanir verða framdar krevur hetta ofta loyvi frá Dátueftirlitinum. Talan kann vera um granskingarverkætlanir innan heilsuverkið ella hjá øðrum almennum myndugleikum og privatum persónum ella fyritøkum, har viðkvæmar persónsupplýsingar skulu viðgerast.

Les vegleiðing í samband við granskingarverkætlanir her.

Dømi um verkætlanir kann vera:
  • ein granskingarstovnur, sum kannar hvørji árin eitt ávíst evni í náttúruni hevur á likamið,
  • ein persónur, sum skrivar høvuðsuppgávu í sambandi við hægri lesnað og skal senda spurnarbløð til ávísar samfelagsbólkar ella til útvaldar persónar,
  • ella ein nøgdsemiskanning har brúkarar av einari ávísari tænastu fáa spurnarbløð, sum verða nýtt sum liður í einari kanning av tænastuni á økinum.
Hesi loyvi eru altíð tíðaravmarkað og umframt vanligu treytirnar um trygd, er ein treyt til hesar verkætlanir altíð, at upplýsingarnar verða strikaðar ella dulnevndar, tá verkætlanin er liðug. Treytir verða vanliga eisini settar til kunningina av teimum, sum luttaka í verkætlanini, so at tey vita hvat tað er tey luttaka í, og hvat upplýsingarnar verða nýttar til seinni.

Onnur loyvi:
Loyvi verður somuleiðis givið til almennar myndugleikar ella privat feløg, sum skulu hava loyvi at viðgera ávísar viðkvæmar upplýsingar, fyri at tey kunnu røkja teirra skyldur sambært lógini.
Av treytum, sum vanliga verða settar til tílík loyvi, kann nevnast at treytir verða settar til bæði fysisku, elektronisku og fyriskipanarligu trygdina, at ávísar eyðmerkingarupplýsingar verða bronglaðar, trygdina í sambandi við manuelt tilfar, at geva upplýsingar víðari og til trygdina hjá møguligum dátuviðgera.

 
 Boks oydubloed

AnniJanni