BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Dátueftirlitið
Dátueftirlitið umsitur løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, vanliga nevnd persónsupplýsingarlógin. Dátueftirlitið hevur eftirlit við allari viðgerð, sum lógin fevnir um.

Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki og er skipað við skrivstovu og dáturáði.

Uppgávurnar hjá Dátueftirlitinum eru:
  • av sínum eintingum ella eftir klagu frá skrásetta ansa eftir, at viðgerð av persónsupplýsingum bert fer fram í samsvari við lógina og tær reglur, sum ásettar eru sambært lógini,
  • viðgera fráboðanir og umsóknir um loyvi og áleggja treytir sambært lógarheimild,
  • hava ein skipaðan almennan lista yvir allar fráboðanir og loyvir sambært lógini,
  • geva ummæli til ætlaða lóggávu, sum viðvíkur persónsupplýsingum,
  • gera kanningar, har persónsupplýsingar verða viðgjørdar,
  • vegleiða privat og tað almenna í ivamálum og virka fyri, at upplýsingar verða viðgjørdar sambært góðum dátuviðgerðarsiði,
  • fylgja við og kunna um gongdina í viðgerðini av persónsupplýsingum her á landi og uttanlands, og
  • gera árliga ársfrágreiðing.
 

AnniJanni