BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Visjón, missión og virðir

Visjón
Vit vilja vera mest virda røddin í samfelagnum, sum sjónliga varpar ljós á persónsvernd og við upplýsing virkar fyri, at allar persónsupplýsingar verða viðgjørdar í tráð við persónsupplýsingarlógina

Missión
Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki, sum
-   vegleiðir og ráðgevur borgarum, myndugleikum og fyritøkum um persónsupplysingarlógina, og
-   hevur eftirlit við, at persónsupplýsingarlógin verður hildin

Virðir
Dygd
-   Vit arbeiða óheft og professionelt. Vit veita eina dygdargóða tænastu, har dentur verður lagdur á eitt høgt fakligt støði
Nýhugsan
-   Vit nema okkum nýggja vitan og eru slóðbrótandi. Vit hava innlit í nýggja tøkni og eru við í altjóða rákinum
Samstarv
-    Vit vísa sínámillum virðing og álit og leggja dent á vegleiðing, ráðgeving og samskifti

Vit taka ábyrgd
-    Vit virka til tess at gagna føroyska samfelagnum og raðfesta uppgávur og tilfeingi við skynsemi 

Slagorð
Dátueftirlitið verjir tínar persónsupplýsingar

 


AnniJanni