BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Vakmyndatól
Nýtslan av vakmyndatólum er støðugt vaksandi í londunum rundanum okkum, og Dátueftirlitið metir, at hetta sama eisini er galdandi í Føroyum.

Vakmyndatól er føroyska orðið fyri ”overvågningskamera” . Við vakmyndatóli kunnu persónar eyðmerkjast, og er tað tískil møguligt at halda eyga við/halda vakt yvir ávísar persónar.

Vevmyndatól
Orðið vevmyndatól verður nýtt fyri tað, sum á donskum verður nevnt ”webkamera”. Eitt vevmyndatól er eitt tól, sum vísir myndir av slagnum ”hvussu er veðrið í dag?”. Persónar kunnu ikki eyðmerkjast og myndirnar verða ikki goymdar. Fyri vevmyndatól eru reglurnar, at myndirnar kunnu leggjast á internetið, um so er, at persónar ikki kunnu kennast aftur. Hesi tól verða vanliga nýtt fyri t.d. at vísa hvussu veðrið er eitt ávíst stað í landinum, og endamálið er tískil ikki, at persónar skulu kunna eyðmerkjast. 

Fráboðanarskylda
Síðan 2007 hevur tað verið galdandi, at øll vakmyndatól sum viðgera persónsupplýsingar skulu fráboðast  Dátueftirlitinum. Yvirlit yvir fráboðaði vakmyndatól sæst her.

Hevur tú ábyrgdina av einum ella fleiri vakmyndatólum, so minst til at fráboða tey til Dátueftirlitið. Fráboðanin skal sendast Dátueftirlitinum í seinasta lagi 30 dagar áðrenn tú ætlar at seta vakmyndatólið upp. 

Til ber at útfylla fráboðanarblaðið elektroniskt við at trýsta her

Vegleiðing
Dátueftirlitið hevur gjørt ein lista við 5 høvuðspunktum, sum farast skal ígjøgnum áðrenn vakmyndatól verða sett upp. Punktini skulu havast í huga bæði áðrenn, meðan og eftir at vakmyndatólið er sett upp. Vegleiðingin er ætlað sum ein leiðbeining um, hvat havast skal í huga, tá talan er um nýtslu av vakmyndatólum.
» Les vegleiðingina her
 
GPS á minnisveik
– umsorgan ella eftirlit?

Spurningur hevur verið frammi um, hvørt tað er loyvt at nýta GPS til minnisveik fólk, soleiðis at tey kunnu sporast aftur, um tey fara út og ikki finna heimaftur.
» Les meira
                          

AnniJanni