Almennur myndugleiki fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum
Tann 22. november sendi myndugleikin Dátueftirlitinum eina fráboðan um trygdarbrot. Av misgáðum hevði myndugleikin latið persónupplýsingar hjá einum stórum tali av skrásettum til ein óviðkomandi triðjapart. Talan var um nøvn og føðingardagar.
Sum liður í viðgerðini av málinum bað Dátueftirlitið myndugleikan um ymsar mannagongdir, millum annað mannagongd fyri handfaring av trygdarbrotum. Myndugleikin svaraði eftirlitinum, at man hevði onga niðurskrivaða mannagongd fyri handfaring av trygdarbrotum.
Dátueftirlitið metti, at tað var ikki nøktandi, at myndugleikin hevði latið persónupplýsingarnar til triðjamann uttan fyrst at tryggja sær, at móttakarin hevði heimild at taka ímóti upplýsingunum. Harumframt metti Dátueftirlitið, at tað var ikki nøktandi, at myndugleikin onga mannagongd hevði fyri handfaring av trygdarbrotum.
Dátueftirlitið gav tí stovninum eina álvarsliga átalu, og kravboð um at gera eina skrivliga mannagongd fyri handfaring av trygdarbrotum.
Ein mannagongd fyri handfaring av trygdarbrotum skal tryggja, at starvsfólkini hjá dátuábyrgdaranum/dátuviðgerðanum eru før fyri at vita nær talan sannlíkt er um eitt trygdarbrot, og hvussu tey skulu handfara eina slíka støðu. At hava eina slíka mannagongd er eitt krav, ið Dátueftirlitið setur øllum dátuábyrgdarum og dátuviðgerðum.