Dátueftirlitið
04-07-2025

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum

Tann 3. juni 2025 sendi Barnaverndartænastan í Norðoyggjum eina fyribils fráboðan um eitt trygdarbrot, sum var hent í sambandi við eina umbøn um innlit. 

Vikuna eftir greiddi Barnaverndartænastan í Norðoyggjum frá, at tvey starvsfólk høvdu prentað skjøl samstundis, har annað starvsfólki prentaði eitt innlit til ein borgara og hitt starvsfólkið prentaði tvær ætlanir viðvíkjandi tveimum børnum. Starvsfólkið ið hevði prentað innlitið hevði ikki varnast, at óviðkomandi skjøl vóru komin inn í millum skjølini til innlitið, áðrenn innlitið var latið til borgaran. Borgarin boðar skrivliga frá trygdarbrotinum við telduposti og kom á deildina við skjølunum, og hóast fleiri starvsfólk lesa teldupostin og móttaka skjølini, varnast tey ikki álvarsemi í trygdarbrotinum og fráboðað trygdarbrotið ov seint til Dátueftirlitið uttan góða grundgeving.

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum kundi vísa á, at tey høvdu góðar greiðar skjalfestar mannagongdir, men í hesum førinum hevði barnaverndartænastan ikki fylgt mannagongdunum. 

Eftir at hava viðgjørt málið, tók Dátueftirlitið avgerð um at geva Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum eina álvarsliga átala og kravboð um at hava eitt tiltak fyri starvsfólkunum í galdandi mannagongdum.

Dátueftirlitið hevur í metingini lagt dent á, at handfaringin av trygdarbrotinum sum heild ikki hevur verið nøktandi. Hóast barnaverndartænastan hevði mannagongd við at gjøgnumganga eitt innlit, áðrenn tað verður latið borgaranum og mannagongd um fráboðan av trygdarbrotum, so hevur barnaverndartænastan ikki fylgt egnum mannagongdum. 

At hava greiðar mannagongdir er ikki nokk – man skal fylgja teimum. At fylgja mannagongdunum er avgerandi fyri at tryggja, at ein myndugleiki lýkur krøvini í dátuverndarlógini.