Dátueftirlitið á 9 eftirlitsvitjanum í februar 2021
Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021 og Dátueftirlitið metir, at tað er av stórum týdning fyri stovnin at fáa eina fatan av, hvussu dátuverndarlógin er móttikin, og hvussu dátuverndarstøðið í Føroyum í heila tikið er. At fáa nærri kunnleika um hesi viðurskifti kann verða ein stór hjálp hjá Dátueftirlitinum at leggja til rættis arbeiðið komandi tíðina, bæði tá tað kemur til ítøkilig eftirlitsmál og kunnandi arbeiðið hjá stovninum.
Dátueftirlitið var tí í februar 2021 á vitjan hjá fimm fyritøkum, tveimum kommunum, einum stovni og einum interkommunalum felagsskapi.
Dátueftirlitið vitjaði P/f Poul Michelsen, Bakkafrost, Thetis, Klaksvíkar Sleipistøð, Føroya Tele, Tórshavnar kommunu, Vága kommunu, Familjufyrisitingina og IRF.
Vitjanirnar vóru skipaðar sum ein fundur millum Dátueftirlitið og fyritøkuna ella stovnin. Dátueftirlitið hevur valt ikki at fara í smálutir í sambandi við viðgerðina av persónupplýsingum á viðkomandi stovnum ella fyritøkum í hesum umfari. Dátueftirlitið hevur av somu orsøk ikki tikið ítøkiligar avgerðir um viðgerð av persónupplýsingum mótvegis pørtunum við útgangstøði í
vitjanini.
Yvirskipaða niðurstøðan hjá Dátueftirlitinum er, at umfatandi arbeiði er gjørt til tess at tryggja, at dátuverndarlógin verður fylgd, og allir partar hava tikið uppgávuna á seg við álvarsemi og ynski um at skipa arbeiðið so, at hetta er innanfyri lógarinnar karmar. Dátueftirlitið frøist almikið um hesa tilgongd og sær fram til, at positiva gongdin heldur fram, so at persónupplýsingar um fólk í Føroyum verða viðgjørdar við skynsemi og við tí verju, sum dátuverndarlógin leggur upp til.
Grundað á tað, sum er komið fram í sambandi við vitjanirnar, skal Dátueftirlitið serliga taka hesi viðurskifti fram:
Skiftistíðin
Nakað seinkað orsaka av koronafarsóttini varð dátuverndarlógin samtykt í Løgtinginum 7. juni 2020. Hetta hevði við sær, at skiftistíðin til nýggja løgtingslógin kom í gildi 1. januar 2021 einans var gott og væl eitt hálvt ár. Skiftistíðin í ES, tá samsvarandi reglur komu í gildi har, var tvey ár. Tí kann tað staðfestast, at tíðin at tryggja, at krøvini í nýggju løgtingslógini vóru fylgd, hevur verið knøpp.
Einstakir partar høvdu byrjað eina tilgongd at tryggja samsvar við ES-fyriskipanina, tá hon kom í gildi í ES í 2018. Tey flestu av teimum, sum Dátueftirlitið vitjaði, vóru tó farin undir eina tilgongd at tryggja samsvar við dátuverndarlógina eftir, at hon var samtykt í juni 2020. Tey flestu, sum
Dátueftirlitið vitjaði, vóru ikki komin heilt á mál við at kanna og tryggja, at viðgerðin av persónupplýsingum í øllum viðurskiftum er í samsvari við dátuverndarlógina. Allir partar vóru í eini tilgongd – onkur var komin longur enn onkur annar – og flestøll høvdu brúkt nógva tíð at fáa greiðu á, hvørjar upplýsingar, sum verða viðgjørdar og í hvørjum skipanum. Fleiri partar hava eisini víst á, at arbeiðið hevur havt við sær fyrimunir fyri fyritøkuna ella stovnin, tí hetta hevur havt við sær størri uppmerksemi í mun til, hvørjar upplýsingar verða viðgjørdar og hví.
Tilvitskuøking
Samanumtikið hava flestøll gjørt nógv burturúr at tryggja sær, at kunnleiki til reglurnar eru breitt rótfestur í fyritøkuni ella á stovninum. Semja var um, at breiða rótfestið hevur lætt um tilgongdina at tryggja samsvar við dátuverndarlógina, tí starvsfólk í hægri mun hava skilt, hví mannagongdir
verða ásettar ella broyttar o.s.fr.
Tilvitskuøkingin er m.a. framd við innanhýsis og uttanhýsis skeiðum fyri leiðslu og starvsfólki, kunningarfundum og regluligari munnligari ella skrivligari kunning. Eisini er dentur lagdur á kunning av nýggjum starvsfólki í sambandi við starvsetan. Ein dátuábyrgdari hevði eisini valt – umframt at tilnevna dátuverndarfólk – at tilnevna dátuverndarumboð lokalt, sum kunnu stuðla tilgongdini og hjálpa dátuverndarfólkinum, um hetta er neyðugt.
Fleiri partar hava umframt at økja um kunningina innanhýsis, eisini valt at hava almenna kunning um viðgerð av persónupplýsingum tøkar á heimasíðuni.
Ábyrgdarbýti
Onkur partur vísti á, at tað kann verða trupult at staðfesta, hvør sum er dátuábyrgdari, sbrt. § 6, nr. 6 í dátuverndarlógini, og hvør, sum er dátuviðgeri, sbrt. § 6, nr. 7.
At fáa greiðu á, hvussu ábyrgdarbýti er, kann serliga vera trupult, tá tænastan er talgild og veitt umvegis internetið. Í hesum førum kunnu tað eisini vera útlendskir avtalupartar, og tí er vanliga avtalugongdin broytt, og tað er ikki neyðugt, at avtalupartarnir møtast og tosa um ítøkilig viðurskifti, sum skulu verða galdandi partanna millum. Í slíkum førum verða standardásetingar ofta nýttar.
Onkur vísti eisini á, at tað kann verða trupult at vita í hvønn mun dátuábyrgdarin kann ella skal hava eftirlit við tí, sum dátuviðgerin ger og við teimum (standard)loysnum, sum hesir bjóða kundunum.
Dátueftirlitið skilir avbjóðingarnar, sum kunnu vera hesum viðvíkjandi, og ætlar tí í komandi tíðum at hava fokus á avbjóðingarnar, sum kunnu standast av hesum.
Nýggjar KT-loysnir
Býtið millum partarnar, sum hava gjørt íløgu í nýggja KT-skipan, sum kann hjálpa fyritøkuni ella stovninum at halda reglurnar í dátuverndarlógini og partarnar, sum ikki hava gjørt slíka íløgu, er javnt. Felags er, at fleiri dátuábyrgdarar, sum viðgera nógvar persónupplýsingar um nógv fólk, hava
valt eina loysn, sum kann virka sum eitt amboð at hjálpa at halda greiðu á krøvunum í dátuverndarlógini.
Ein nýggj KT-loysn er ikki ein fyritreyt fyri at fylgja reglunum í dátuverndarlógini. Ein KT-loysn er heldur ikki í sær sjálvum trygd fyri, at reglurnar verða hildar. Tað merkir, at tað ikki slepst undan at seta tíð av til økið. Flestu partarnir eru tó samdir um, at dátuverndarlógin ikki hevur havt við sær stórar eyka útreiðslur.