Dátueftirlitið
18-06-2021

Dátueftirlitið átalað, at yvirlit yvir viðgerðir ikki varð gjørt

Dátueftirlitið hevur eftirlit við, at dátuverndarlógin, t.e løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum, verður hildin, og Dátueftirlitið skal sbrt. § 68 gera kanningar og fylgja gongdini har viðgerð av persónupplýsingum ferð fram.

Dátueftirlitið hevur avgjørt at brúka spurnarskjøl sum nýggjan hátt at gera kanningar og fylgja gongdini har persónupplýsingar verða viðgjørdar.

Dátueftirlitið sendi tann 19. mars 2021 stjórnarráðunum í Landsstýrinum eitt spurnarskjal við spurningum at svara. Spurningarnir tóku støði í skyldunum at tilnevna dátuverndarfólk og gera yvirlit yvir viðgerðir. Spurnarskjølini vóru øll svarað og send Dátueftirlitinum aftur.

Yvirskipað bendu svarini frá stjórnarráðunum á, at stjórnarráðini høvdu sett tiltøk í verk til at tryggja, at dátuverndarlógin verður hildin, hóast tað ikki var komið á mál í øllum viðurskiftum.

Stjórnarráðini hava øll tilnevnt innanhýsis starvsfólk at vera dátuverndarfólk og tíð er eisini sett av, so dátuverndarfólkini kunnu røkja sínar uppgávur. Eisini hava stjórnarráðini tryggjað sær, at dátuverndarfólkini kunnu halda sínar førleikar dagførdar.

Nýggja dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar í 2021. Ein eyðsýnd broyting í mun til gomlu løgtingslógina var, at viðgerðarloyvini, sum Dátueftirlitið útflýggjaði fullu burtur og ístaðin skuldi dátuábyrgdarin gera yvirlit yvir tær viðgerðir, sum fara fram undir ábyrgd dátuábyrgdarans. Hetta yvirlit er fyrst og fremst ætlað sum eitt innanhýsis skjal og skal m.a. lýsa og skjalfesta viðgerðir, undir hesum lýsa, hví persónupplýsingar verða viðgjørdar. Skyldan at gera yvirlit yvir viðgerðir er ásett í § 44 í dátuverndarlógini.

Frá svarunum av spurnarskjølunum staðfesti Dátueftirlitið, at seks av sjey stjórnarráðum ikki høvdu gjørt yvirlit yvir viðgerðir, sbrt. § 44, og uppfyltu tískil ikki hesa grundleggjandi skyldu.

Dátueftirlitið átalaði, sbrt. § 70, stk. 1 í dátuverndarlógini, at yvirlit yvir viðgerðir ikki vóru gjørd.

Undir málsviðgerðini hjá Dátueftirlitinum vóru øll stjórnarráðini farin undir at gera yvirlit yvir viðgerðir, og Dátueftirlitið bað tí um at fáa boð, tá arbeiðið er liðugt.

Spurnarskjalið, sum Dátueftirlitið brúkti, er her.