Dátueftirlitið
05-04-2024

Dátueftirlitið givið almennum myndugleika boð um at velja annað dátuverndarfólk

Sambært § 53, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini skulu allir almennir stovnar tilnevna eitt dátuverndarfólk. Hugtakið “almennur myndugleiki” skal í hesum høpi skiljast sum allir stovnar, ið eru umfataðir av § 1 í løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg.

Uppgávur, rættindi o.a. hjá dátuverndarfólkinum eru ásett í §§ 53-58 í dátuverndarlógini. Í § 55, stk. 4 verður ásett, at dátuverndarfólkið kann hava aðrar uppgávur og skyldur. Dátuábyrgdarin ella dátuviðgerin tryggja, at slíkar uppgávur og skyldur ikki hava við sær áhugamálsstríð.

Seinna hálvar í 2022 hevði Dátueftirlitið eftirlit við dátuverndarfólkunum hjá eini røð av almennum stovnum. Ein av almennu stovnunum, ið vórðu tiknir út til eftirlit, hevði tilnevnt KT-trygdarleiðaran á stovninum til dátuverndarfólk.

Eftir at hava viðgjørt málið tók Dáturáðið í mai 2023 avgerð um, at geva stovninum boð um at velja eitt annað dátuverndarfólk við tí grundgeving, at man metti at tað var í stríð við § 55, stk. 4, at sami persónur bæði røkti starvið sum KT-leiðari og sum dátuverndarfólk. Dátueftirlitið metti, at ein KT-trygdarleiðari m.a. hevur til uppgávu, eitt dátuverndarfólk hevur ein ráðgevandi og eftiransandi leiklut á stovninum. Ein KT-trygdarleiðari hevur hinvegin ein útinnandi leiklut.  Í stuttum so merkir tað, at ein KT-trygdarleiðari vanliga hevur uppgávur s.s at velja skipanir, skriva mannagongdir, áseta trygdarfyriskipanir o.s.fr. Dátuverndarfólkið hevur m.a. hevur eftirlit við, at skipanir, viðgerðir, mannagongdir o.a. lúka krøvini í dátuverndarlógini. Dátuverndarfólkið hevur hinvegin ikki til uppgávu at velja skipanir, áseta viðgerðir, skriva mannagongdir og fyriskipanir, áseta trygdarfyriskipanir o.s.fr. Ein hugsa støða kann vera, at dátuverndarfólki metir, at ein mannagongd sum KT-trygdarleiðarin hevur skrivað og sett í verk er í stríð við dátuverndarlógina. Um sami viðkomandi skal røkja bæði størvini, so verður tað í veruleikanum talan um, at man hevur eftirlit við sær sjálvum.

Stovnurin sendi Dátueftirlitinum viðmerkingar til avgerðina, og bað um, at Dátueftirlitið endurskoðaði avgerðina. Í januar í 2024 boðaði Dátueftirlitið stovninum frá, at viðmerkingarnar hjá stovinum høvdu ikki broytt støðuna hjá Dátueftirlitinum, og at man helt fast við upprunaligu avgerðina. Stovnurin fekk freist til 1. apríl 2024 at velja nýtt dátuverndarfólk.

Samsvarandi avgerðini hjá Dáturáðnum í mai 2023, so verður meginreglan framyvir at ein persónur ið settur sum KT-trygdarleiðari (ella røkir tær uppgávur, ið vanliga hoyra til starvið) kann ikki samstundis vera dátuverndarfólk hjá sama dátuábyrgdara/dátuviðgera.