Dátueftirlitið
15-12-2025

Dátueftirlitið hevur givið BLF eina álvarsliga átalu.

Eftir at hava viðgjørt eina fráboðan um trygdarbrot, hevur Dátueftirlitið tikið avgerð um at geva Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya (BLF) eina álvarsliga átalu.

Týsdagin 22. apríl 2025 boðaði BLF Dátueftirlitinum frá, at fakfelagið hevði staðfest eitt trygdarbrot. BLF upplýsti, at trygdarbrotið hendi mikudagin 16. apríl 2025 kl. 12.00, og at tað bleiv staðfest uml. 10 min. Aftaná, at tað hendi.

Felagið hevði sent limum sínum tveir teldupostar við kunning og hevði í tí sambandi av misgáum sent viðkvæmar persónupplýsingar. Orsøkin til trygdarbrotið var, at heldur enn at nýta ”bcc”-funkuna, so at móttakarar ikki síggja, hvør annar hevur fingið teldupostin, hevði man nýtt vanligu ”To”-funkuna ið ger, at allir móttakarar síggja, hvør annar hevur fingið teldupostin. Sambært felagnum er tað annars føst mannagongd, at teldupostar altíð skulu sendast við ”bcc”-funkuni.

BLF upplýsti, at telduposturin, ið elvdi trygdarbrotið, bleiv sendur 471 limum, og hesir fingu innlit í, hvørjir hinir limirnir í felagnum vóru. Tá BLF varnaðist trygdarbrotið, fingu limirnir aftur ein teldupost. Í hesum seinna telduposti fingu limirnir boð um at sletta fyrra teldupostin. Seinni telduposturin hevði tó sama feil sum tann fyrri, og tí fingu teir 471 limirnir tí enn einaferð teldupost og navn hjá øllum hinum limunum í felagnum.

Upprunaliga fráboðanin um trygdarbrot var send Dátueftirlitinum 5 dagar eftir, at trygdarbrotið var staðfest. Freistin at boða frá trygdarbroti er sbrt. § 47, stk. 1 í dátuverndarlógini 72 tímar. Í upprunaligu fráboðanini var bert fyrri telduposturin nevndur.

Tann 8. mai bað Dátueftirlitið BLF um viðkomandi mannagongdir og at svara nøkrum spurningum, ið vóru viðkomandi fyri viðgerðina.

Tann 2. juli sendi Dátueftirlitið eina áminning um at svara spurningunum, og tann 11. august ringdi ein fulltrúi á Dátueftirlitinum til BLF og bað um at fáa svar uppá settu spurningarnar sum skjótast. Tann 12. august fekk Dátueftirlitið svar frá BLF.

Nakað eftir at Dátueftirlitið hevði fingið svarið frá BLF, gjørdi ein limur í BLF vart við, at talan var um tveir teldupostar, og ikki bert ein teldupostur, sum annars var fráboðað. Tann 7. okt. ringdi fulltrúin aftur til BLF ið váttaði, at hetta var rætt.

Undir viðgerðini av málinum staðfesti Dátueftirlitið, at BLF ikki hevði fylgt innanhýsis mannagongdum, m.a. um handfaring av trygdarbrotum, at BLF ikki hevði eina skjalfesta mannagongd fyri at senda teldupostar til nógvar móttakarar, og at BLF ikki hevði sent Dátueftirlitinum eina fráboðan um trygdarbrot rættstundis.

Umframt at áleggja BLF at endurskoða mannagongdir og bygnaðarligu trygdina sum heild og at halda eitt tilvitskuskeið fyri viðkomandi persónum, so valdi Dátueftirlitið eisini at geva BLF eina álvarsliga átalu.