Dátueftirlitið hevur givið einum almennum stovni eina álvarsliga átalu fyri vantandi trygd
Í september 2022 fekk Dátueftirlitið eina fráboðan um trygdarbrot hjá einum almennum stovni. Í sambandi við dagføring av eini KT-skipan hjá stovninum var privata fyritøkan, ið stovnurin nýtti sum KT-veitara hjá stovninum vorðin varugu við, at feilur var í atgongdarstýringini í KT-skipanini. Skipanin varð upprunaliga tikin í nýtslu í 2019. Í september í 2022 gjørdi KT-veitarin viðlíkahaldsuppgávur í KT-skipanini, og leggur tá til merkis, at atgongdarstýringin er skeivt stillað.
Skeiva stillingin hevði við sær, at allir brúkarar hjá tíggjutals øðrum almennum stovnum høvdu havt atgongd til upplýsingarnar í skipanini líka síðani 2019. Sera nógv óviðkomandi høvdu tískil havt atgongd til skipanina í umleið trý ár.
Stovnurin greiddi tó frá, at so skjótt man varnaðist feilin varð skipanin tikin niður, og atgongdarstýringin rættað. Ein gjøgnumgongd av loggunum í skipanini vísti, at hóast atgongd hevði verið til bæði vanligar og viðkvæmar persónupplýsingar, so hevði eingin óviðkomandi verið inni á skipanini.
Dátueftirlitið kom til ta niðurstøðu, at stovnurin hevði brotið § 7, stk. 1 nr. 6 í dátuverndarlógini tí stovnurin ikki hevði viðgjørt persónupplýsingarnar á ein hátt, sum tryggjar nøktandi trygd av persónupplýsingum, undir hesum vernd ímóti óheimilaðari ella ólógligari viðgerð. Stovnurin hevði ikki hildið § 37, ið áleggur dátuábyrgdaranum at seta í verk hóskandi tøknilig og bygnaðarlig trygdartiltøk, og hevði heldur ikki hildið § 38, stk. 2 um standardinnstillingar, tí at atgongdarstýringin var ikki stillað rætt.
Av tí, at talan var um eina KT-skipan við persónupplýsingum um allar borgarar í Føroyum, harav ein partur er viðkvæmir upplýsingar, og tí at sera nógv óviðkomandi høvdu havt atgongd í eitt langt tíðarskeið, metti Dátueftirlitið at talan var um eitt sera álvarsligt trygdarbrot og gav tí stovninum eina álvarsliga átalu, og kravboð um at gjøgnumganga allar sínar KT-skipanir fyri at tryggja, at hesar vóru settar rætt upp hvat atgongdarstýring viðvíkur.