Dátueftirlitið
01-01-0001

Dátuviðgerar kunnu ikki vera dátuverndarfólk - nágreining

Á dáturáðsfundi tann 8. juli í 2021, kom Dáturáðið til ta niðurstøðu, at tað var í stríð við § 55, stk. 4, at starvsfólk hjá einum dátuviðgera, sum veitir KT-skipanir, sum viðgera persónupplýsingar, ikki samstundis kunnu vera dátuverndarfólk hjá dátuábyrgdaranum.

Grundgevingin var m.a., at dátuverndarfólkið kann koma í ta støðu at skula boða dátuábyrgdaranum frá, at viðgerðin av persónupplýsingum í skipanini ikki er í samsvari við lógina, og at broytingar eiga at verða gjørdar, ella at KT-útgerðin eigur at verða skift. Dátuverndarfólkið kann eisini koma í ta støðu, at viðkomandi skal ráðgeva um at skifta veitara, tí núverandi veitari ikki livir upp til krøvini í dátuverndarlógini. Hetta kann seta dátuverndarfólkið í eina óhepna støðu, tá viðkomandi starvast hjá veitaranum.

Avgerðin hevur verið tulkað á tann hátt, at dentur hevur lagdur á formligu viðurskiftini hjá dátuviðgerðanum. Tað vil siga, at um dátuverndarfólkið er í starvi hjá dátuviðgeranum er talan um áhugamálsstríð sbrt. §  55, stk. 4, men um viðkomandi starvaðist í einum dóttirfelagi, sum dátuviðgerin eigur, so er  hinvegin ikki talan um áhugamálsstríð.

Á dáturáðsfundi tann 1. november 2022 hevur Dáturáðið nágreinað upprunaligu avgerðina: Tá mett verður um eitt dátuverndarfólk lýkur kravið í § 55, stk. 4 um áhugamálsstríð skal dentur leggjast á veruligu viðurskiftini heldur enn bert tey formligu. Tað vil siga, at um ein dátuviðgeri eitt nú hevur broytt bygnaðin, og lagt dátuverndarfólkið í eitt dóttirfelag, men viðkomandi í roynd og veru framvegis starvast hjá dátuviðgeranum, so er talan um áhugamálsstríð § 55, stk. 4.

Niðurstøðan hevur m.a. við sær, at starvsfólk hjá einum veitara, sum virka sum dátuverndarfólk, í útgangsstøðinum ikki kunnu flytast til eitt dóttirfelag og síðani halda fram við at virka sum dátuverndarfólk fyri kundar hjá móðurfelagnum. Nær talan er um veruligt óheftni er ein ítøkilig meting hjá Dátueftirlitinum. Metir Dátueftirlitið ikki, at talan er um veruligt óheftni, kann Dátueftirlitið geva kravboð um, at viðkomandi dátuábyrgdari ella dátuviðgerði velur annað dátuverndarfólk.