Dátueftirlitið
06-10-2021

Klaga um vantandi kunning og fyri at brúka dátuviðgera

Dátueftirlitið hevur viðgjørt eina klagu frá einum borgara um, at ein dátuábyrgdari, sum er eitt alment partafelag, hevur brúkt ein triðjapart sum dátuviðgera, og at dátuábyrgdarin harumframt ikki hevur kunnað borgaran um hetta og tískil ikki hevur hildið kunningarskylduna.

Sambært §§ 23-25 í dátuverndarlógini hevur ein dátuábyrgdari skyldu at kunna borgarar, tá persónupplýsingar verða savnaðar.

Grundað á upplýsingar í málinum staðfesti Dátueftirlitið, at borgarin onga kunning hevði fingið, tá persónupplýsingarnar vóru savnaðar, og at dátuábyrgdarin tí ikki hevði hildið sína lógarásettu kunningarskyldu.

Sambært § 70, stk. 1 í dátuverndarlógini átalaði Dátueftirlitið, at kunningarskyldan ikki var hildin.

Eftir at klagumálið tók seg upp legði dátuábyrgdarin ein privatlívspolitikk á sína heimasíðu. Privatlívspolitikkurin hevur m.a. tær upplýsingarnar um viðgerð av persónupplýsingum, sum ein borgari sambært dátuverndarlógini skal hava, tá persónupplýsingar um viðkomandi verða savnaðar.

Dátueftirlitið staðfesti í málinum, at ein dátuábyrgdari kann halda kunningarskylduna í dátuverndarlógini við at vísa til privatlívspolitikk á eini heimasíðu treytað av, at borgarin beinleiðis verður kunnaður um hetta t.d. við einari leinkju í einum telduposti el.tíl., og sostatt ómakaleyst kann finna upplýsingarnar.

Sambært § 41, stk. 2 í dátuverndarlógini skal viðgerð av persónupplýsingum, sum ein dátuviðgeri ger fyri ein dátuábyrgdara, vera grundað á avtalu, sum er bindandi.

Dátueftirlitið hevði ongar viðmerkingar til, at almenna partafelagið brúkar dátuviðgerar ávísa viðgerð. Í sambandi við klagumálið sendi almenna partafelagið Dátueftirlitinum dátuviðgeraravtaluna, sum var gjørd við dátuviðgeran. Dátueftirlitið hevði ongar viðmerkingar til avtaluna, men hefti seg við, at avtalan var undirskrivað av pørtunum eftir, at borgarin hevði klaga til Dátueftirlitið.

Hóast eisini hesin parturin av málinum var fingin í rættlag, tá Dátueftirlitið tók avgerð í málinum, átalaði Dátueftirlitið, sambært § 70, stk. 1 í dátuverndarlógini, at dátuábyrgdarin ikki, áðrenn klagumálið tók seg upp, hevði hildið sína lógarásettu skyldu at grunda viðgerð hjá dátuviðgera á bindandi avtalu.