Dátueftirlitið
15-04-2021

Klagur um kennifílur

Dátueftirlitið hevur viðgjørt tríggjar klagur, sum allar snúgva seg um nýtslu av kennifílum, tá heimasíður verða vitjaðar.

Klaga var í høvuðsheitum um hesi viðurskifti

  1. at óneyðugar kennifílur koma inn á telduna hjá einum vitjandi á ávísum heimasíðum, áðrenn tann vitjandi hevur fingið høvi til at samtykkja.
  2. at sniðið og uppseting á heimasíðuni eggjar tí vitjandi til at samtykkja allar kennifílur.

Um kennifílir og heimildir
Hesi klagumál snúgva seg um kennifílur, sum savna inn persónupplýsingar, og um ólógliga viðgerð í hesum sambandi. Klagumál skulu viðgerast sbrt. § 76 dátuverndarlógini.

Yvirskipað skal dátuábyrgdarin, tá persónupplýsingar verða savnaðar, halda meginreglurnar og viðgerðarreglurnar í dátuverndarlógini.

Tað eru ikki allar kennifílur, ið savna persónupplýsingar, og slíkar kennifílur eru ikki fevndar av dátuverndarlógini. Tær kennifílurnar, sum savna persónupplýsingar, kunnu bólkast í tveir bólkar. Hesir bólkar eru: neyðugar kennifílur og ikki neyðugar kennifílur.

Her kann leggjast afturat, at tað er gjørligt at velja eina heimasíðu, ið als ikki brúkar nakrar kennifílur yvirhøvur.

Kennifílur kunnu vera neyðugar fyri, at tann vitjandi kann brúka eina ávísa heimasíðu skynsamt. Hesar neyðugu kennifílurnar eru treytaðar av heimasíðuloysnini, sum dátuábyrgdarin hevur valt. Heimildin at viðgera hesar neyðugu kennifílur, er antin at viðgerðin er neyðug fyri, at dátuábyrgdari kann fylgja einum heimilaðum áhugamáli, sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6, ella at viðgerðin er neyðug fyri, at røkja samfelagsáhugamál ella uppgávur sum liggja undir almennari myndugleika útinnan, sbrt. § 8, stk. 1, nr. 5.

Tá talan er um ikki neyðugar kennifílur, er heimildin at viðgera hesar persónupplýsingar samtykki, sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.

Skilmarkið millum hesar báðar bólkar av kennifílum (neyðugar kennifílur og ikki neyðugar kennifílur), kann gerast ein spurningur um meting. Tað er dátuábyrgdarin, ið skal gera av hvønn bólk av kennifílum tær einstøku kennifílurnar hoyra til.

Samanumtøka av klagumálum
Tær kennifílurnar, sum í hesum klagumálum komu inn á telduna hjá teimum vitjandi áðrenn samtykkið var givið, viðgjørdi persónupplýsingar um tann vitjandi. Kennifílurnar vóru ikki neyðugar og tí kravdist samtykki frá tí vitjandi. Samtykki var ikki fingið til vega og tí var talan um viðgerð uttan lógliga heimild eftir § 8, stk. 1, nr. 1 dátuverndarlógini.

Dátuábyrgdarin skal tryggja, at reglurnar í dátuverndarlógini verða hildnar. Hetta fevnir m.a. um at tryggja at nøktandi heimild er fyri viðgerð av persónupplýsingum. Tá dátuábyrgdararnir í hesum málum vóru greiðir yvir støðuna, sum klaga var um, tóku teir beinanvegin stig til at rætta heimasíðurnar.

Dátueftirlitið staðfesti undir viðgerðini at kennifílurnar, sum klagað var um, ikki longur koma inn á telduna hjá einum vitjandi á heimasíðunum, áðrenn viðkomandi hevur givið samtykki. Dátueftirlitið staðfesti eisini undir viðgerðini, at sniðgevingin av teiginum, har vitjandi kunnu geva sítt samtykki,
bleiv broytt og Dátueftirlitið hevði tí ongar viðmerkingar til hendan partin av klagunum.

Sambært § 70, stk. 1 í dátuverndarlógini átalaði Dátueftirlitið, at persónupplýsingar vóru viðgjørdar uttan heimild. Dátueftirlitið álegði dátuábyrgdarunum framyvir at tryggja, at øll viðgerð av persónupplýsingum hevur eitt haldgott heimildargrundarlag, og at allar viðgerðir av persónupplýsingum fylgja meginreglunum sbrt. § 7 í dátuverndarlógini.