Kvøldskúlar, kunningarskylda og striking
Dátueftirlitið hevur havt eftirlit við fimm kvøldskúlum kring landið. Dátueftirlitið kannaði, um kvøldskúlarnir halda kunningarskylduna í § 23 í dátuverndarlógini. Samstundis kannaði Dátueftirlitið, hvørjar mannagongdir kvøldskúlarnir hava í sambandi við striking av persónupplýsingum.
Fýra út av fimm kvøldskúlum høvdu kunning um viðgerð av persónupplýsingum á heimasíðuni.
Niðurstøðan hjá Dátueftirlitinum var, at tað er í samsvari við dátuverndarlógina, at kunning um viðgerð av persónupplýsingum verður veitt skrásetta á heimasíðu og umvegis leinkju til heimasíðuna. Dátueftirlitið metti tó, at kunningin, sum leinkjað varð til, var ov breið ella í ov lítlan mun viðvíkti viðgerð, sum fór fram í sjálvum kvøldskúlunum.
Dátueftirlitið gav tí kvøldskúlunum kravboð um at gera nýggja kunning til skrásetta, sum tekur støði í viðgerðini, sum fer fram á kvøldskúlunum.
Tveir kvøldskúlar høvdu ikki mannagongdir viðvíkjandi striking av persónupplýsingum. Dátueftirlitið gav hesum kvøldskúlum kravboð um at gera mannagongdir viðvíkjandi striking.
Tríggir kvøldskúlar høvdu mannagongdir viðvíkjandi striking av persónupplýsingum. Í tveimum førum metti Dátueftirlitið, at mannagongdirnar tó ikki vóru nøktandi. Dátueftirlitið gav tí hesum kvøldskúlum kravboð um at bøta um mannagongdir viðvíkjandi striking.
Kunning til skrásetta
Sambært § 21, stk. 1, í dátuverndarlógini, skulu kvøldskúlar tryggja, at kunning um viðgerð av persónupplýsingum er stuttorðað, gjøgnumskygd, løtt at skilja og at koma fram á. Sambært § 23 í dátuverndarlógini hava kvøldskúlar skyldu til av sínum eintingum at veita skrásetta kunning um viðgerð at persónupplýsingum.
Kunningin skal í minsta lagi fevna um navn og samskiftisupplýsingar hjá dátuábyrgdaranum og dátuverndarfólkinum. Kunningin skal eisini fevna um endamálið við og heimildina fyri viðgerðini. Verða persónupplýsingar latnar víðari ella fluttar úr Føroyum, skal kunnast um tað.
Harumframt kann vera viðkomandi at kunna um, nær upplýsingarnar verða strikaðar, hvørji rættindi skrásett hava sambært kapittul 4, og um rættin at klaga til Dátueftirlitið.
Kvøldskúlarnir, sum høvdu kunning, høvdu leinkju á heimasíðuni ella heimasíðublaðnum hjá viðkomandi kvøldskúla til dátuverndarkunningina.
Tá ið Dátueftirlitið metti um kunningarskyldan var lokin, legði eftirlitið dent á endamálið við at veita kunning til skrásetta, sum er at skapa gjøgnumskygni, soleiðis at skrásett hava høvi at seta seg inn í viðgerðina og verða før fyri at røkja síni áhugamál. Hetta er fyri at sleppa undan, at rættindi hjá tí einstaka verða brotin.
Viðvíkur kunningin ikki teimum ítøkiligu viðurskiftum, sum gera seg galdandi í sambandi við viðgerðina, hevur kvøldskúlin ikki lyft kunningarskylduna í § 23.
Dátueftirlitið vísti á, at júst nær og hvussu kunning til viðskiftafólk skal gevast, veldst um málið. Fyri at skapa gjøgnumskygni fyri tann skrásetta er vanliga nóg mikið at kunna um viðgerð av persónupplýsingum á heimasíðuni og í sambandi við tilmelding. Er talan um skrásett, sum ikki nýta talgildar miðlar, eigur dátuábyrgdarin at veita skrásetta kunning á annan hátt.
Mannagongd um striking
Uttan mannagongdir viðvíkjandi striking av persónupplýsingum er stórur vandi fyri, at persónupplýsingar verða viðgjørdar í móti dátuverndarlógini, eins og váðin fyri brot á rættindi hjá tí einstaka økist óneyðugt.
Dátueftirlitið vísti á, at kvøldskúlarnir skulu hava mannagongdir fyri, hvussu persónupplýsingar verða strikaðar, her undir viðgerð, sum fer fram hjá lærarum í sambandi við skeiðsvirksemi. Hetta kunnu kvøldskúlarnir gera í samsvari við ásetingar í lóg um skjalasøvn.
Viðkomandi ásetingar í dátuverndarlógini § 7, §§ 21 og 23.