P/F Visit Faroe Islands og Sp/f Vita Software fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum
Tann 6. mars 2023 sendi Visit Faroe Islands (VFI) eina fráboðan um trygdarbrot til Dátueftirlitið. Í fráboðanin var greitt frá, at teldusníkar høvdu fingið atgongd til skipanina hjá Vita Software, sum er veitari hjá VFI. Talan var um umleið 4.000 skrásett, har upplýsingarnar fevndu í flestu førum um teldupost og loyniorð hjá brúkarum av skipanini hjá VFI og kunningarstovum, men fyri persónar, sum sluppu við til Closed for Maintenence var talan um heilsuupplýsingar eisini.
Tá slík trygdarbrot verða fráboðað, kannar Dátueftirlitið, um dátuábyrgdarin/dátuviðgerin hevur sett hóskandi tøknilig og bygnaðarlig trygdartiltøk í verk. Í § 46 í dátuverndarlógini er ásett, at dátuábyrgdarar skulu seta í verk hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk, sum tryggja eitt trygdarstøði ið hóskar til váðarnar, sum standast av viðgerðini.
Eftir at hava sent VFI og Vita Software nakrar spurningar kundi Dátueftirlitið staðfesta, at fyritøkurnar onga dátuviðgerðaravtalu høvdu gjørt áðrenn trygdarbrotið fór fram. Ein dátuviðgerðaravtala er lógarkrav sambært § 41, stk. 2 í dátuverndarlógini. Tað er umráðandi fyri at tryggja m.a., at persónupplýsingar verða viðgjørdir lógliga, áleggur hvat dátuviðgerin kann gera við persónupplýsingarnar og hvørji trygdartiltøk skulu vera. Harumframt kundi Dátueftirlitið staðfesta, at VFI ikki hevði gjørt nakra váðameting, og uttan eina váðameting ber ikki til hjá dátuábyrgdaranum at staðfesta váðan, sum stendst av viðgerðini av persónupplýsingum.
Uttan dátuviðgerðaravtalu og váðameting metir Dátueftirlitið, at trygdin ikki er nøktandi, og tí hevur Dátueftirlitið givið Visit Faroe Islands og Vita Software álvarsliga átalu. Bæði dátuviðgerðaravtala og váðameting er umráðandi liður í at hava nøktandi trygd.