Dátueftirlitið
19-03-2021

Svar uppá áheitan frá MEGD

Dátueftirlitið hevur fingið eina áheitan frá MEGD um viðgerð av persónupplýsingum í miðlunum í sambandi við korona.

MEGD vísir í brævinum m.a. á, at almenningurin hevur fingið innlit í hagtøl av smittaðum, sum eru so nógv útgreinað, at til ber at rokna seg fram til, hvørjar persónar talan er um. MEGD vísir í brævinum eisini á umrøðuna, sum hevur verið í fjølmiðlunum um persónar, sum eru koppsettir.

Dátueftirlitið tekur yvirskipað undir við MEGD, at tað er umráðandi, at upplýsingar um einstaklingar, sum fáa viðgerð í heilsuverkinum, skulu verjast, og at tann einstaki ikki verður umtalaður og útstillaður alment.

Les svarið hjá Dátueftirlitinum til MEGD her.