Dátueftirlitið
21-07-2021

Tulking av landøkisásetingini í § 5, stk. 2 í dátuverndarlógini

Dátueftirlitið hevur í einum ítøkiligum máli tikið støðu til landøkisásetingina í § 5, stk. 2 í dátuverndarlógini.

Ein amerikonsk fyritøka hevur fráboðað eitt trygdarbrot til Dátueftirlitið. 263 føroyingar eru fevndir av brotinum.

Upplýsingarnar, sum eru fevndar av brotinum eru: bústaður, teldupostbústaður, telefonnummar, føðingardagur, loyniorð og svar uppá ymiskar spurningarnar.

Sambært fyritøkuni fáa tey, sum eru fevnd av brotinum, eina fráboðan frá fyritøkuni um trygdarbrotið við frágreiðing um, hvat er hent, hvørjar upplýsingar eru fevndar av brotinum, hvørjar avleiðingar brotið kann hava við sær og hvørji stig fyritøkan hevur tikið fyri at steðga brotinum.

Dátueftirlitið viðgjørdi málið eftir dátuverndarlógini. Dátuverndarlógin er galdandi fyri útlendskar fyritøkur, t.e. fyritøkur, sum ikki eru staðsettar í Føroyum, um viðgerðin viðvíkur útboði av vørum ella tænastum til persónar í Føroyum, ella talan er um yvirvøku av atferðini hjá skrásettum, um teirra atferð fer fram í Føroyum.

Ein útlendsk fyritøka verður ikki uttan víðari fevnd av dátuverndarlógini um fyritøkan hevur eina heimasíðu, sum er atkomulig úr Føroyum ella um fyritøkan hevur eina teldupostadressu, sum føroyingar kunnu skriva til.

Tá Dátueftirlitið kannaði málið nærri vísti tað seg, at tann amerikanska fyritøkan ikki bjóðaði nakra tænastu út, sum vendi sær beinleiðis til persónar í Føroyum. Heimasíðan hjá fyritøkuni var ikki á føroyskum og fyritøkan hevði ikki nakran føroyskan bústað. Dátueftirlitið kundi tí staðfesta, at fyritøkan ikki bjóðaði vørur ella tænastur, sum venda sær beinleiðis til tann føroyska marknaðin, og at talan heldur ikki var um yvirvøku av atferðini hjá persónum í Føroyum.

Niðurstøðan hjá Dátueftirlitinum var, at fyritøkan ikki varð fevnd av dátuverndarlógini. Dátueftirlitið gjørdi tí ikki meira í málinum.