Dátueftirlitið

Klagutilgongd

Um tú hevur vent tær til ein stovn ella fyritøku, sum viðger upplýsingar um teg, og stovnurin ella fyritøkan ikki vil ganga tær á møti, kanst tú klaga til Dátueftirlitið.

Vanliga er tilgongdin at viðgera eina klagu hendan:

  1. Tú orðar og sendir Dátueftirlitinum eitt klaguskriv t.d. við telduposti.
  2. Dátueftirlitið móttekur og skjalfestir klaguna, og tú fært boð um, at klagan er móttikin.
  3. Dátueftirlitið kann biðja um at tú útgreinar viðurskifti og útvegar fleiri upplýsingar.
  4. Dátueftirlitið metir síðani um klaguna.
  5. Um klagan verður avvíst, fært tú boð um hetta. Í svarinum verður grundgivið væl fyri hesum og málið endar.
  6. Um Dátueftirlitið tekur klaguna upp til viðgerar, fært tú eisini boð um hetta. Klagari verður kunnaður um klagutilgongdina.
  7. Dátueftirlitið setir seg síðani í samband við klagaða partin. Vanliga fær klagaði parturin avrit av klaguni við umbøn um viðmerkingar innan givna freist.
  8. Tann klagaði ger sínar viðmerkingar og sendir Dátueftirlitinum hesar.
  9. Dátueftirlitið metir hereftir um viðmerkingarnar frá tí klagaða og kann síðani uppaftur senda tær hesar til viðmerkingar.
  10. Henda gongd, við at senda viðmerkingar millum klagaða og teg, kann halda á í fleiri umførum.
  11. Tá Dátueftirlitið metir at málið er nøktandi upplýst og tíðarfreistin fyri viðmerkingum er farin, verður avgerð tikin í málinum.
  12. Avgerðin verður send báðum pørtum.
  13. Málið verður skjalfest og endað.
  14. Málið kann verða lagt á heimasíðuna, um Dátueftirlitið metir at tað hevur almennan áhuga. Í hesum førum verða  persónar dulnevndir.

Niðanfyri er mynd, sum yvirskipað lýsir klagutilgongdina.