Dátueftirlitið

Flutningur av persónupplýsingum úr Føroyum

Kapittul 6 í dátuverndarlógini ásetur, nær persónupplýsingar kunnu flytast úr Føroyum til útlond, triðjalond ella millumtjóðafelagsskapir.

Endamálið við reglunum er at tryggja, at verndin av persónupplýsingum er á einum hóskandi støði, óansæð um persónupplýsingarnar verða viðgjørdar í Føroyum ella uttanlands.

Hvat er flutningur av persónupplýsingum?

Flutningur av persónupplýsingum fer fram, tá ein dátuábyrgdari flytur persónupplýsingar úr Føroyum til ein dátuábyrgdara ella dátuviðgera, sum er staðsettur uttan fyri Føroyar

Talan er t.d. um flutning, tá persónupplýsingar talgilt verða sendar úr Føroyum til eitt annað land, tá biologiskur vevnaður verður sendur úr Føroyum til eitt annað land og tá ein persónur uttanfyri Føroyar fær atgongd til persónupplýsingar, sum eru í Føroyum.

Útlond, trygg triðjalond og ótrygg triðjalond

Í dátuverndarlógini verður munur gjørdur á, um persónupplýsingar verða fluttar til útlond, trygg triðjalond ella ótrygg triðjalond.

Er talan um flutning til útlond ella trygg triðjalond, kann flutningurin av persónupplýsingum sum útgangsstøði fara fram uttan serliga heimild. Flutningur til ótrygg triðjalond krevur hinvegin, at fullgóð trygd verður veitt fyri viðgerðini av persónupplýsingum ella at eitt av undantøkunum í dátuverendarlógini ger seg galdandi.

Niðanfyri verður flutningur av persónupplýsingum til útlond, trygg triðjalond og ótrygg triðjalond nærri viðgjørt. Dátueftirlitið hevur eisini gjørt eina vegleiðing um flutning av persónupplýsingum úr Føroyum. Vegleiðingin finst her.

Flutningur av persónupplýsingum til útlond

Flutningur av persónupplýsingum til útlond

Útlond eru lond, sum eru limir Evropeiska Samveldinum (ES) ella í Evropeiska Búskaparliga Samstarvinum (EBS).

Persónupplýsingar kunnu flytast til útlond uttan nakra góðkenning ella loyvi frá Dátueftirlitinum frammanundan. tað er heldur ikki neyðugt við nakrari serligari heimild. Treytirnar fyri viðgerð av persónupplýsingum í dátuverndarlógini skulu tó vera loknar, áðrenn flutningurin kann fara fram.

Um persónupplýsingar skulu flytast til útlond, skal dátuábyrgdarin kunna skrásetta um, at persónupplýsingar nú verða viðgjørdar í útlondunum. Upplýsast skal eisini um, hvat land upplýsingarnar verða fluttar til.

Flutningur av persónupplýsingum til trygg triðjalond

Flutningur av persónupplýsingum til trygg triðjalond

Triðjalond eru lond, sum ikki eru limir í ES ella EBS. Í dátuverndarlógini verður munur gjørdur á “tryggum triðjalondum” og “ótryggum triðjalondum”.

Landsstýrismaðurin hevur í dátuverndarlógini heimild til at áseta, at eitt triðjaland, eitt øki ella geiri í triðjalandinum ella millumtjóðafelagsskapi hevur eitt nøktandi verndarstøði. Triðjalond, sum landsstýrismaðurin hevur mett hava eitt hóskandi verndarstøði, verða í vanligari talu nevnd “trygg triðjalond”.

Tá landsstýrismaðurin hevur ásett, at eitt triðjaland ella ein millumtjóðafelagsskapur hevur eitt nøktandi verndarstøði, kunnu persónupplýsingar flytast til ein móttakara í triðjalandinum uttan nakra góðkenning ella loyvi frá Dátueftirlitinum. Treytirnar fyri viðger av persónupplýsingum í dátuverndarlógini skulu tó vera loknar, millum annað meginreglurnar og viðgerðarreglurnar í kapitli 2 í dátuverndarlógini.

Um persónupplýsingar skulu flytast til eitt triðjaland, skal dátuábyrgdarin tí fyrst kanna, um landsstýrismaðurin hevur ásett, at triðjalandið ella millumtjóðafelagsskapurin, hevur eitt nøktandi verndarstøði.

Í kunngerð hevur landsstýrismaðurin ásett, hvørji lond hava eitt hóskandi verndarstøði av persónupplýsingum. Londini eru hesi:

  • Andorra
  • Argentina
  • Gibraltar
  • Guernsey
  • Isle of Man
  • Ísrael
  • Japan
  • Jersey
  • Ný Sæland
  • Sameinda Kongsríki, t.e. Ongland, Wales, Skotland og Norðurírland
  • Sveis
  • Uruguei
  • Kanada (bert flutningur til vinnuligar fyritøkur)

Um landsstýrismaðurin metir, at eitt triðjaland ikki longur hevur eitt hóskandi verndarstøði, verður landið tikið av listanum aftur.

Flutningur til ótrygg triðjalond – fullgóð trygd

Flutningur til ótrygg triðjalond – fullgóð trygd

Um persónupplýsingar skulu flytast til eitt triðjaland ella ein millumtjóðafelagsskap, sum ikki stendur á yvirlitinum yvir trygg triðjalond, gerst talan um flutning av persónupplýsingum til “ótrygt triðjaland”.

Um persónupplýsingar skulu flytast til eitt ótrygt triðjaland er útgangsstøði, at hetta einans kann gerast, um tann sum flytur persónupplýsingar úr Føroyum, kann veita fullgóða trygd fyri dátuverndina. Tað er eisini ein treyt, at skrásetti kann handhevja síni rættindi í dátuverndarlógini, og at virkin rættarstig eru tøk fyri skrásetta.

Sambært dátuverndarlógini kann fullgóð trygd veitast í

  • einum bindandi skjali, sum kann handhevjast, millum almennar myndugleikar
  • standardásetingum um dátuvernd
  • einari ad hoc-avtalu

Fullgóð trygd kann tískil t.d. veitast ígjøgnum eina avtalu millum tann, sum flytur persónupplýsingar úr Føroyum og tann sum móttekur persónupplýsingarnar í triðjalandinum.

Bindandi skjal millum almennar myndugleikar

Almennir myndugleikar kunnu flyta persónupplýsingar ímillum sín, um hetta verður gjørt sambært einum bindandi skjali, sum kann handhevjast.

Talan skal vera um eitt skjal millum ein myndugleika í Føroyum og ein myndugleika í einum triðjalandi. Skjalið skal verða bindandi fyri báðar partar, og skjalið skal kunna handhevjast.

Dømi um hetta kann vera ein avtala um avhending av upplýsingum á skattaøkinum.

Standardásetingar um dátuvernd

Fullgóða trygdin kann eisini veitast í standardásetingum um dátuvernd. Tað er tó eitt krav, at standardásetingarnar eru góðkendar av landsstýrismanninum. Í verandi løtu eru ongar standardásetingar um dátuvernd góðkendar av landsstýrismanninum.

ES-nevndin hevur gjørt tríggjar standardásetingar um dátuvernd. Tvær av standardásetingunum viðvíkja flutning av persónupplýsingum til ein dátuábyrgdara uttan fyri ES og ein viðvíkir flutning av persónupplýsingum til dátuviðgera uttan fyri ES.

Føroyskar fyritøkur og stovnar hava tí tann møguleika at nýta standardásetingarnar hjá ES-nevndini, sum íblástur til hesar ásetingar. Tað er tó ein treyt, at góðkenning verður fingin frá Dátueftirlitinum, áðrenn persónupplýsingar verða fluttar uttanlands eftir standardásetingunum hjá ES-nevndini.

Standardásetingarnar um dátuvernd hjá ES-nevndini um flutning til dátuábyrgdara uttan fyri ES eru at finna her:

Standardáseting um dátuvernd hjá ES-nevndini um flutning til dátuviðgera uttan fyri ES er at finna her:

Ad hoc-avtalur

Ad hoc-actalur kunnu vera samansettar øðrvísi enn standardásetingarnar um dátuvernd, sum ES-nevndin hevur gjørt.

Fyrimunurin við at nýta ad hoc-avtalur er, at fyritøkur og stovnar sjálvi kunnu avtala innihaldið í avtaluni.

Bágin við at nýta ad hoc-avtalur er, at flutningur av persónupplýsingum eftir einari ad hoc-avtalu krevur góðkenning frá Dátueftirlitinum frammanundan.

Um ein fyritøka ætlar at brúka eina ad hoc-avtalu, sum grundarlag undir flutninginum til eitt ótrygt triðjaland, skal hendan latast Dátueftirlitinum í góðari tíð undan flutninginum. Hetta kemst av, at Dátueftirlitið skal gera eina ítøkiliga meting av, um avtalan veitir fullgóða trygd fyri dátuverndini, og hetta kann taka eftirlitinum tíð.

Um tú ætlar at brúka eina ad hoc-avtalu, kann tað vera ein fyrimunur at taka útgangsstøði í standardásetingunum um dátuvernd hjá ES-nevndini, sí omanfyri. Ein ad hoc-avtala kann innihalda nógv av teimum somu elementunum, og um avtalan er grundað á standardásetingarnar hjá ES-nevndini, kann málsviðgerðin hjá Dátueftirlitinum avgreiðast skjótari.

Flutningur til ótrygg triðjalond – serlig undantøk

Flutningur til ótrygg triðjalond – serlig undantøk

Um tað ikki er gjørligt at veita fullgóða trygd fyri dátuverndini í einari avtalu, kann flutningurin fara fram, um eitt av teimum serligu undantøkunum í dátuverndarlógini ger seg galdandi.

Um tú skalt brúka eitt av teimum serligu undantøkunum, er tað umráðandi eisini at minnast til, at krøvini til viðger av persónupplýsingum í dátuverndarlógini, skulu vera lokin undir øllum umstøðum.

Leggjast skal til merkis, at talan er um undantøk, sum skulu nýtast í ein avmarkaðan mun. Undantøkini skulu tulkast restriktivt, og kunnu t.d. ikki brúkast tá ein stór mongd av persónupplýsingum skulu flytast til eitt ótrygt triðjaland. Undantøkini kunnu heldur ikki nýtast, tá talan er um endurtakandi flutning av persónupplýsingum.

Undantøkini eru:

  • Nágreiniligt samtykki
  • Neyðugt fyri at halda eina avtalu ímillum skrásetta og dátuábyrgdaran
  • Neyðugt fyri at fáa í lag ella halda eina avtalu, sum er til fyrimuns fyri skrásetta
  • Neyðugt fyri týðandi samfelagsáhugamál
  • Neyðugt fyri at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast
  • Neyðugt fyri at verja altumráðandi áhugamál hjá skrásetta
  • Flutningurin verður framdur frá einari skrá
  • Týðandi heimilað áhugamál hjá dátuábyrgdaranum og hóskandi trygd verður veitt

Nágreiniligt samtykki

Persónupplýsingar kunnu flytast til eitt ótrygt triðjaland, um skrásetti hevur givið nágreiniligt samtykki til flutningin.

Talan skal vera um eitt sjálvboðið, nágreiniligt, kunnað og greitt viljaboð frá skrásetta, har skrásetti við fráboðan ella greiðari váttan játtar, at persónupplýsingar um viðkomandi kunnu flytast til triðjalandið. Áðrenn samtykkið verður givið, skal skrásetti kunnast um teir møguligu váðar sum kunnu standast av flutninginum.

Dømi um váðar, sum kunnu standast av at flyta persónupplýsingar til ótrygg triðjalond, uttan at fullgóð trygd er veitt fyri flutninginum, kunnu vera, at triðjalandið ikki hevur reglur um vernd av persónupplýsingum, sum millum annað tryggja, at persónupplýsingarnar ikki enda í hondunum hjá óviðkomandi.

Legg til merkis, at samtykkið ikki kann brúkast av almennum myndugleikum, tá teir røkja sínar uppgávur.

Neyðugt fyri at halda eina avtalu ímillum skrásetta og dátuábyrgdaran

Persónupplýsingar kunnu flytast til eitt ótrygt triðjaland, um flutningurin er neyðugur fyri at halda eina avtalu ímillum skrásetta og dátuábyrgdaran ella fyri at fremja tey tiltøk, sum verða sett í verk eftir áheitan frá skrásetta, áðrenn avtalan verður inngingin.

Undantaksreglan kann einans nýtast, um flutningurin er neyðugur. Tað skal tískil vera eitt tætt og týðandi samband millum flutningin av persónupplýsingum til triðjalandið og endamálið við avtaluni.

Á sama hátt sum við samtykki, kann hendan undantaksreglan ikki brúkast av almennum myndugleikum, tá teir røkja sínar uppgávur.

Neyðugt fyri at fáa í lag ella halda eina avtalu, sum er til fyrimuns fyri skrásetta

Persónupplýsingar kunnu flytast til eitt ótrygt triðjaland, um flutningurin er neyðugur fyri at fáa í lag ella halda eina avtalu, sum er til fyrimuns fyri skrásetta og sum er inngingin ímillum dátuábyrgdara og ein annan likamligan ella løgfrøðiligan persón.

Í mótsetningi til undantakið omanfyri er tað ikki eitt krav, at skrásetti er ein partur av avtaluni, men einans at avtalan er til fyrimuns fyri skrásetta.

Hendan undantaksreglan kann einans nýtast, um flutningurin er neyðugur. Tað skal tí vera eitt tætt og týðandi samband millum flutningin av persónupplýsingum og endamálið við avtaluni.

Hendan undantaksreglan kann heldur ikki brúkast av almennum myndugleikum, tá teir røkja sínar uppgávur.

Neyðugt fyri týðandi samfelagsáhugamál

Persónupplýsingar kunnu flytast til eitt ótrygt triðjaland, um flutningurin er neyðugur við atliti til týðandi samfelagsáhugamál.

Eitt týðandi samfelagsáhugamál kann t.d. vera útveksling av upplýsingum millum kappingareftirlit. Eitt annað dømi er útveksling av upplýsingum við atliti til fólkaheilsuna í samband við smittusporing undir einari alheimsfarsótt.

Neyðugt fyri at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast

Persónupplýsingar kunnu flytast til eitt ótrygt triðjaland, um tað er neyðugt fyri at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast.

Rættarkravið kann ikki hava støði í avgerð, dómi ella øðrum, sum er tikin av einum dómstóli ella myndugleika í einum landi uttan fyri Føroyar. Avgerðir o.a. frá útlendskum myndugleikum kunnu einans handhevjast í Føroyum, um hetta byggir á sáttmála ella líknandi ímillum Føroyar og triðjalandi um sínámillum rættarhjálp.

Persónupplýsingar kunnu einans flytast, um flutningurin er neyðugur fyri at rættarkravið kann sannast, gerast galdandi ella verjast. Tað skal tískil vera eitt tætt samband millum upplýsingarnar og rættarkravið, sum skal sannast, gerast galdandi ella verjast fyri at flutningurin kann sigast at vera neyðugur.

Neyðugt fyri at verja altumráðandi áhugamál hjá skrásetta

Persónupplýsingar kunnu flytast til eitt ótrygt triðjaland, um flutningurin er neyðugur fyri at verja altumráðandi áhugamál hjá skrásetta ella øðrum persóni.

Undantakið kann t.d. brúkast í teimum førum, tá ein persónur hevur tørv á akuttari læknahjálp, og tað verur mett at vera altumráðandi at fáa upplýsingar um viðkomandi frá Landssjúkrahúsinum. Í hesum føri kann tað í metingini vera komið fram til, at tað er altumráðandi, at upplýsingar um viðkomandi verða fluttar frá Landssjúkrahúsinum til tað ótrygga triðjalandi, fyri at persónurin kann fáa læknahjálp. Verndin av persónupplýsingunum hjá viðkomandi vigar ikki eins høgt í hesum føri.

Um skrásetti hevur møguleika fyri at geva samtykki til flutningin, kann undantaksreglan ikki nýtast.

Undantakið kann ikki brúkast til at flyta heilsuupplýsingar til eitt ótrygd triðjaland um t.d. endamálið er almenn læknafrøðilig gransking.

Flutningur verður framdur frá einari skrá

Persónupplýsingar kunnu flytast til eitt ótrygt triðjaland, um flutningurin verður framdur frá eini skrá, sum sambært lóg er ætlað at kunna almenningin, og sum er atkomulig hjá almenninginum ella hjá persónum, sum kunnu ávísa at hava eitt heimilað áhugamál í hesum, um treytirnar fyri almennari atkomu eru loknar í hvørjum einstøkum føri.

Privatar skráir, t.d. ein privat kreditmetingsskrá, eru ikki fevndar av undantakinum. Flutningurin skal heldur ikki fevna um alla skránna ella ein heilan flokk av upplýsingum. T.d. kann flutningur av øllum heilsuupplýsingum hjá persónum við einari ávísari átrúnaðarligari sannføring úr einari almennari skrá ikki fara fram.

Týðandi heimilað áhugamál hjá dátuábyrgdaranum og hóskandi trygd verður veitt

Persónupplýsingar kunnu flytast til eitt ótrygt triðjaland, um flutningurin er neyðugur í mun til týðandi heimilað áhugamál, sum dátuábyrgdarin fylgir, og áhugamálini ella rættindini hjá skrásetta ikki ganga fram um hesi áhugamál. Harafturat krevst, at dátuábyrgdarin metir um allar umstøður í sambandi við flutningin og á hesum grundarlagi veitir fullgóða trygd fyri vernd av persónupplýsingum.

Tað er umráðandi at leggja til merkis, at hendan undantaksreglan kann bara brúkast í einkultum førum, og bara tá talan er um eina avmarkaða mongd av skrásettum og ongin av hinum undantøkunum omanfyri kunnu brúkast.

Tað er eisini eitt krav, at Dátueftirlitið verður kunnað um flutningin, og at skrásetti verður kunnaður um tey týðandi áhugamál, sum eru løgd til grund fyri flutningin.

Tað er møguligt at lesa nærri um undantakið í vegleiðingini hjá Dátueftirlitinum um flutning av persónupplýsingum úr Føroyum. Vegleiðingin finst her.