Dátueftirlitið

Barnaansingarøkið

Barnaansingarøkið er eins og aðrir partar av kommunalu umsitingini fevnt av dátuverndarlógini. Hetta merkir, at viðgerð av persónupplýsingum á kommunalum vøggustovum, barnagørðum o.s.fr. skal lúka reglurnar í dátuverndarlógini.

Tað er umráðandi at leggja til merkis, at hetta ikki hevur við sær, at ansingarstovnar ikki kunnu viðgera upplýsingar um børnini, sum ganga á stovninum, ella foreldur teirra. Tó er umráðandi at hava fyri eyga, at viðgerðin hevur eitt sakligt endamál og ikki fer longur enn neyðugt.

Kann ein stovnur leggja myndir av børnum og starsvfólki á sosialar miðlar?

Kann ein stovnur leggja myndir av børnum og starvsfólki á sosialar miðlar?

Tá ein stovnur leggur myndir á internetið, sosialar miðlar el.tíl. har sum persónar eru á, sum kunnu kennast aftur, fer ein viðgerð av persónupplýsingum fram. Hetta er uttan mun til, um talan er um ein bólk á sosialum miðlum, har bert foreldur eru limir, ella um myndin verður løgd á eina heimasíðu.

Tað er í útgangsstøði stovnurin, sum er dátuábyrgdari, og sum tí skal tryggja, at dátuverndarlógin verður hildin.

At talan er um viðgerð av persónupplýsingum, merkir fyrst og fremst, at meginreglurnar um viðgerð av persónupplýsingum skulu fylgjast. Hetta hevur m.a. við sær, at endamálið skal vera sakligt.

At leggja støðumyndir (t.e. myndir sum lýsa støður, t.d. børn sum spæla uttanfyri) á eina heimasíðu ella á sosialar miðlar fyri at vísa á, at stovnurin leggur dent á trivnað, og at børn eru nógv úti el.tíl. er í útgangsstøðinum sakligt og lýkur meginreglurnar. Les meira um meginreglurnar her.

Umframt at fylgja meginreglunum skal stovnurin tryggja, at heimild er fyri viðgerðini.

Í mun til viðgerðarheimild, tá myndir skulu almannakunngerast, skal skiljast millum tvey ymisk sløg av myndum: støðumyndir og andlitsmyndir.

Støðumyndir eru myndir, sum lýsa støður, t.e. børn sum spæla, børn sum eta el.tíl. Tað ber til at eyðmerkja persónarnar á myndunum, men endamálið við myndunum er at lýsa gerandisdagin á einum stovni, heldur enn at lýsa ávísa persónin.

Í útgangsstøðinum krevst ikki samtykki, tá støðumyndir verða almannakunngjørdar. Orsøkin er, at stovnurin í slíkum førum røkir sakligar uppgávur, sum stovninum er álagt.

Tann, sum tekur myndina, eigur tó at gera vart við, at mynd verður tikin, so at tey, sum verða avmynda, kunnu bera seg undan.

Meðan støðumyndir hava støðuna í miðdepli, hava andlitsmyndir persónin í miðdepli. Tí er í útgangsstøðinum neyðugt, at tann, sum er á myndini samtykkir, at myndin verður tikin, og at hon verður løgd á sosialar miðlar ella heimasíðu.

Av tí, at børn á ansingarstovnum ikki sjálvi kunnu geva samtykki, er neyðugt at foreldur samtykkja, at andlitsmyndir av børnum teirra verða lagdar á sosialar miðlar el.tíl. Les meira um krøvini til samtykki her.

Stovnurin skal kunna vísa á, at samtykki er givið. Tí kann tað verða skilagott, at samtykki verður givið skrivliga.

Foreldur ella starvsfólk kunnu altíð taka samtykki aftur.

Uttan mun til um skrivligt samtykki er givið frammanundan, t.d. í samband við innskriving ella starvssetan, eigur tann, sum tekur myndina, altíð at spyrja, um tað er í lagi, at mynd verður tikin. Hetta óansæð, um talan er um eitt barn, sum ikki lógliga kann samtykkja.

Ein stovnur skal ansa serliga eftir ikki at taka myndir av børnum og starvsfólki í sárbærum støðum, og leggja hesar á sosialar miðlar.

Viðgerðartrygd

Um ein stovnur nýtir sosialar miðlar at leggja myndir av børnum á, eigur stovnurin at vera serliga varugur við, at talan er um viðgerð av persónupplýsingum, og at dátuverndarlógin skal fylgjast. Stovnurin eigur tí at hava skrivligar mannagongdir, sum áseta:

  • Hvussu starvsfólk og foreldur verða kunnað um viðgerðina.
  • Hvør hevur atgongd til profilin.
  • Hvørjir limir eru í møguligum bólki.
  • Hvørjar myndir verða lagdar út, og hvør leggur tær út.
  • Hvørjum tóli myndirnar verða tiknar við. Í útgangsstøði eigur hetta at vera tól hjá stovninum.
  • Nær myndirnar verða strikaðar.
Kann ein stovnur nýta myndir av børnum til vanligt skilhald el.tíl.

Kann ein stovnur nýta myndir av børnum til vanligt skilhald el.tíl.

Á ansingarstovnum er vanligt at nýta myndir av børnum í sambandi við vanligt skilhald. T.d. er vanligt at hava myndir av børnum á skápi í klæðnarúmi ella á hill í matstovu o.s.fr., so at børn vita, hvar tey skulu seta ting frá sær og eisini finna síni ting aftur.

At nýta myndir á henda hátt er at viðgera persónupplýsingar, og dátuverndarlógin er tí galdandi.

At nýta persónupplýsingarnar (myndirnar) á henda hátt fyri m.a. at læra børn at rudda ella tryggja, at alt er á røttum stað, er sakligt. Tó at tað ikki er ein lógarfest skylda, at ansingarstovnurin skal gera hetta, so er hetta partur av at virka, sum myndugleiki á økinum. Tað krevst tí ikki samtykki frá foreldum til hesa viðgerð.

Um so er, at foreldur mótmæla, at myndir av barninum verða brúktar á henda hátt, kann stovnurin taka hetta til eftirtektar og nýta eina aðra loysn, sum røkkur sama endamáli.