Dátueftirlitið

Rættindi hjá skrásetta

Í dátuverndarlógini eru fleiri reglur, sum tryggja einstaklingum - tí skrásetta - nøkur rættindi, tá ið persónupplýsingar um hann ella hana verða viðgjørdar. Endamálið við reglunum um rættindi er at styrkja rættarstøðuna hjá skrásetta við m.a. at tryggja gjøgnumskygni og opinleika.

Sostatt skulu fyritøkur og stovnar, sum viðgera persónupplýsingar (t.d. innsavna, skráseta, goyma, ella strika upplýsingar), hava í huga, at tey skrásettu hava fleiri rættindi, sum kunnu gerast galdandi í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum.

Tá ein fyritøka ella stovnur samskiftir við skrásetta um rættindi, er tað eitt serligt krav, at upplýsingar verða latnar skrásetta á ein stuttorðaðan, gjøgnumskygdan, lætt skilligan og lætt atkomuligan hátt, soleiðis at tann skrásetti skilir, hvat fer fram. Eisini skal fyritøkan ella stovnurin tryggja, at tað er ómakaleyst hjá skrásetta at gera síni rættindi galdandi.

Rættindi hjá skrásetta í dátuverndarlógini eru hesi:

Rætturin til kunning

Rætturin til kunning

Dátuverndarlógin skilir ímillum, tá upplýsingar verða savnaðar frá skrásetta, og tá upplýsingar um skrásetta verða savnaðar frá øðrum enn skrásetta.

Kunningarskylda, tá persónupplýsingar verða savnaðar frá skrásetta

Tann skrásetti skal í útgangsstøðinum hava kunning um, at persónupplýsingar um viðkomandi verða savnaðar og viðgjørdar. Tað vil siga, at fyritøkan ella stovnurin sum viðger persónupplýsingarnar (dátuábyrgdarin), skal lata skrásetta kunning um, at persónupplýsingar verða viðgjørdar.

Tá ið persónupplýsingar verða savnaðar frá skrásetta sjálvum, skal fyritøkan ella stovnurin lata skrásetta upplýsingarnar, tá  persónupplýsingarnar verða savnaðar. Hetta hevur við sær, at tann skrásetti hevur eitt upplýst grundarlag at lata persónupplýsingarnar á.

Fyritøkan ella stovnurin skal av sínum eintingum siga skrásetta frá m.a. navni og samskiftisupplýsingum, endamálinum við viðgerðini, heimildini fyri viðgerðini, og um persónupplýsingarnar verða fluttar til eitt útland, eitt triðjaland ella ein millumtjóðafelagsskap.

Um tað er neyðugt fyri at tryggja skrásetta eina rímiliga og gjøgnumskygda viðgerð, skal fyritøkan ella stovnurin eisini siga skrásetta frá m.a. tíðarskeiðnum, persónupplýsingarnar verða goymdar, rættindum hjá skrásetta, rættinum at taka samtykki aftur og rættinum at kæra til Dátueftirlitið.

Kunningarskylda tá persónupplýsingar verða savnaðar frá øðrum enn skrásetta

Tá ið ein fyritøka ella stovnur savnar persónupplýsingar um skrásetta frá øðrum enn skrásetta, skal skrásetti eisini hava kunning um hetta.

Fyritøkan ella stovnurin skal av sínum eintingum siga skrásetta frá m.a. navni og samskiftisupplýsingum, endamálinum við viðgerðini, heimildini fyri viðgerðini, og hvørji sløg av persónupplýsingum verða viðgjørdar. Tað er nóg mikið, at dátuábyrgdarin upplýsir sløg av persónupplýsingum (t.d. samskiftisupplýsingar, ístaðin fyri ítøkiliga teldupostadressu, telefonnummar, o.s.fr.).

Nær skal skrásetti hava upplýsingarnar?

Tá persónupplýsingar verða savnaðar frá skrásetta, skal kunningarskyldan haldast, tá persónupplýsingarnar verða savnaðar.

Tá persónupplýsingar verða savnaðar frá øðrum enn skrásetta, skal fyritøkan ella stovnurin geva skrásetta kunning

  • innan eina hóskandi freist eftir, at persónupplýsingarnar eru savnaðar, tó í seinasta lagi áðrenn 4 vikur eru gingnar,
  • í seinasta lagi fyrstu ferð samskift verður við skrásetta, ella
  • í seinasta lagi fyrstu ferð, persónupplýsingarnar verða givnar víðari.

Hvussu skal kunningarskyldan haldast?

Tað eru eingi formkrøv, tá kunningarskyldan skal uppfyllast. Í útgangsstøðinum eigur kunningarskyldan tó at verða hildin skrivliga. Á tann hátt ber til at skjalprógva, at kunningarskyldan er hildin.

Upplýsingarnar, sum skulu latast skrásetta, kunnu latast á oyðublaði, sum skrásetti skal útfylla, í sjálvvirkandi telduposti, við leinkju til heimasíðu, sum hevur upplýsingarnar, í pop-up-boðum o.s.fr.

Undantøk

Tá persónupplýsingar verða savnaðar frá øðrum enn skrásetta, skal kunningarskyldan ikki haldast, um

  • tann skrásetti longu kennir upplýsingarnar,
  • tað er ógjørligt ella órímiliga torført at halda skylduna,
  • tað er ómøguligt ella í sera stóran mun vil forða fyri, at endamálið við viðgerðini verður rokkið,
  • savnan og víðarigeving er heimilað í lóggávu, sum dátuábyrgdarin er fevndur av, ella
  • persónupplýsingarnar skulu verða verandi í trúnaði sbrt. lógarásettari tagnarskyldu.

Harumframt er rætturin til kunning fevndur av almennu ásetingini um avmarking í rættindum hjá skrásetta. Tað merkir, at rætturin til kunning ikki er galdandi, um so er, at upplýsingarnar, um tær koma í ljósmála, kunnu skaða landsins trygd, verju ella um upplýsingarnar eiga at dyljast við atliti at fyribyrging, eftirkanning, avdúking og rættarsøkjan av revsiverdum gerðum.

Les meira

Les meira um kunningarskylduna hjá dátuábyrgdaranum í vegleiðingini um kunningarskyldu. Vegleiðingin er tøk her.

Rætturin til innlit

Rætturin til innlit

Tann skrásetti kann biðja um innlit í, hvørjar persónupplýsingar ein fyritøka ella stovnur viðgerð.

Endamálið við rættinum um innlit er, at skrásetti skal hava møguleika at gera seg kunnugan við, hvørjar persónupplýsingar verða viðgjørdar, og harumframt, hví og á hvørjum grundarlagi upplýsingarnar verða viðgjørdar. Á henda hátt hevur skrásetti m.a. møguleika at rætta skeivar upplýsingar.

Um skrásetti krevur innlit, skal fyritøkan ella stovnurin  upplýsa, um persónupplýsingar um viðkomandi verða viðgjørdar og geva skrásetta atgongd til persónupplýsingarnar.

Fyritøkan ella stovnurin skal eisini geva skrásetta upplýsingar um m.a. endamálið við viðgerðini, sløg av persónupplýsingum, móttakarar ella bólkar av móttakarum, hvussu leingi persónupplýsingarnar verða goymdar, rættin at biðja dátuábyrgdaran um rætting í ella striking av persónupplýsingum, viðgerðaravmarking ella mótmæli, og rættinum at kæra til Dátueftirlitið.

Formkrøv

Tað eru eingi formkrøv til innlitsumbønina frá skrásetta, sum sostatt kann setast fram bæði munnliga og skrivliga. Hetta hevur m.a. við sær, at ein fyritøka ella stovnur ikki kann krevja, at skrásetti setur umbønina fram skrivliga. Tað er tó einki í vegin fyri at biðja skrásetta nágreina sína umbøn, um hon er ógreið, ella fyri at viðgerðin hjá fyritøkuni ella stovninum verður lættari.

Um skrásetti ikki nágreinar umbønina, ber ikki av teirri orsøk  til at nokta at svara.

Undantøk

Rætturin til innlit er fevndur av almennu ásetingini um avmarking í rættindum hjá skrásetta. Tað merkir, at rætturin til innlit t.d. ikki er galdandi, um so er, at upplýsingarnar, um tær koma í ljósmála, kunnu skaða landsins trygd, verju ella um upplýsingarnar eiga at dyljast við atliti at fyribyrging, eftirkanning, avdúking og rættarsøkjan av revsiverdum gerðum.

Les meira

Les meira í vegleiðingini um rættin til innlit. Vegleiðingin er tøk her.

Rætturin til rætting

Rætturin til rætting

Skrásetti hevur rætt til at fáa rangar persónupplýsingar um seg sjálvan rættaðar.

Skrásetti kann sjálvur heita á eina fyritøku ella stovn, sum hevur upplýsingar um viðkomandi. Fyritøkur og stovnar hava tó eisini eina skyldu at rætta upplýsingarnar, um tey sjálvi gerast varug við, at upplýsingarnar eru rangar.

Persónupplýsingarnar skulu rættast uttan óneyðugt drál.

Eru tann, sum viðgerð persónupplýsingarnar og tann skrásetti ikki samdir um, at persónupplýsingarnar eru rangar, hevur fyritøkur ella stovnurin ikki eina treytaleysa skyldu at rætta ella broyta upplýsingarnar.

Serliga er hetta viðkomandi, um talan er um upplýsingar, sum ikki kunnu staðfestast objektivt, so sum aldur og navn kunnu. Talan kann vera um føri, har skrásetti ikki er samdur við eini meting, sum eitt fakfólk, t.d. lærari ella námsfrøðingur, hevur gjørt og sum er vorðið skjalfest í eitt ítøkiligt mál. Í hesum førum kann loysnin vera, at tað verður skrásett, at ein ósemja er, um persónupplýsingarnar eru rættar ella rangar.

Les meira

Les meira um rættin til rætting í vegleiðingini um rætting, striking og viðgerðaravmarking. Vegleiðingin er tøk her.

Rætturin til striking

Rætturin til striking

Í ávísum førum kann skrásetti krevja, at persónupplýsingar um viðkomandi verða strikaðar.

At persónupplýsingar verða strikaðar merkir, at persónupplýsingarnar skulu strikast allastaðni, t.e. í øllum skipanum hjá eini fyritøku ella stovni. Skyldan fevnir í útgangsstøðinum eisini um at strika persónupplýsingar í back-up-skipanum o.tíl. At strika í back-up-skipanum er einans galdandi, um tað tøkniliga letur seg gera.

Um treytirnar fyri at strika eru loknar, skal ein fyritøka ella stovnur strika persónupplýsingarnar av sínum eintingum. Persónupplýsingar kunnu eisini strikast eftir áheitan frá skrásetta.

Persónupplýsingarnar skulu strikast uttan óneyðugt drál í hesum førum:

  • Tá tað ikki longur er neyðugt hjá fyritøkuni ella stovninum at hava persónupplýsingarnar um teg fyri at náa tey endamál, sum upplýsingarnar vóru savnaðar til
  • Fyritøkan ella stovnurin hevur grundað sína viðgerð á samtykki, sum tú tekur aftur
  • Tá tú hevur mótmælt viðgerðini, og treytirnar fyri mótmæli eru loknar
  • Fyritøkan ella stovnurin viðgerð upplýsingarnar uttan heimild, t.e. ólógliga
  • Fyritøkan ella stovnurin hevur eina rættarliga skyldu at strika persónupplýsingarnar

Undantøk

Um treytirnar fyri at strika upplýsingarnar eru loknar – t.d. tí tað ikki longur er neyðugt at viðgera upplýsingarnar – skulu upplýsingarnar í útgangsstøðinum strikast.

Tað eru tó undantøk frá rættinum til striking. Persónupplýsingarnar skulu sostatt ikki strikast, um viðgerðin er neyðug

  • fyri at brúka rættin til framsøgufrælsi og kunningarfrælsi,
  • fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum, fyri at røkja samfelagsáhugamál ella uppgávur, sum liggja undir almennari myndugleikaútinnan, sum dátuábyrgdaranum er áløgd,
  • til savnsendamál, søgulig, hagfrøðilig ella vísindalig endamál í tann mun striking sannlíkt vil gera tað ómøguligt, ella í sera stóran mun vil forða fyri, at endamálini við viðgerðini verða rokkin, ella
  • fyri at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast.

Hetta merkir, at ein fyritøka ella stovnur t.d. ikki hevur skyldu at strika upplýsingar, um tað er neyðugt at varðveita upplýsingar á málinum fyri at kunna halda eina lógarásetta skyldu at goyma upplýsingarnar.

Fyri almennar myndugleikar eru harumframt vanligu fyrisitingarligu reglurnar um skyldu at skriva upp (notatpligt) og skyldu at skráseta (journaliseringspligt), sum hava við sær, at møguleikarnir at strika eru avmarkaðar. Eisini seta reglurnar í skjalasavnslóggávuni avmarkingar í, nær almennir myndugleikar kunnu strika upplýsingar.

Les meira

Les meira um rættin til striking í vegleiðingini um rætting, stiking og viðgerðaravmarking. Vegleiðingin er tøk her.

Rætturin til viðgerðaravmarking

Rætturin til viðgerðaravmarking

Tann skrásetti kann í ávísum førum krevja, at ein fyritøka ella ein stovnur avmarkar viðgerð av persónupplýsingum um viðkomandi. At viðgerðin av persónupplýsingum verður avmarkað merkir, at upplýsingarnar ikki kunnu viðgerast á annan hátt enn at goymast.

Um skrásetti krevur tað, skal fyritøkan ella stovnurin avmarka viðgerð í hesum førum:

  • ímeðan dátuábyrgdarin kannar, um persónupplýsingarnar eru rættar, tá skrásetti hevur mótmælt rættleikanum,
  • viðgerðin er ólóglig, og skrásetti setir seg upp ímóti, at persónupplýsingarnar verða strikaðar, og í staðin biður um, at nýtslan av teimum verður avmarkað,
  • dátuábyrgdarin hevur ikki longur tørv á persónupplýsingunum til viðgerð, men tær eru neyðugar fyri, at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast, ella
  • ímeðan dátuábyrgdarin kannar, um treytirnar fyri mótmæli ímóti viðgerð eru loknar, tá skrásetti hevur mótmælt viðgerðini.

Les meira

Les meira um rættin til viðgerðaravmarking í vegleiðingini um rætting, striking og viðgerðaravmarking. Vegleiðingin er tøk her.

Fráboðanarskylda í samband við rætting, striking og viðgerðaravmarking

Fráboðanarskylda í samband við rætting, striking og viðgerðaravmarking

Um ein fyritøka ella stovnur rættar, strikar ella viðgerðaravmarkar persónupplýsingar, er ein fráboðanarskylda galdandi.

Fráboðanarskyldan hevur við sær, at tann, sum hevur rættað, strikað ella avmarkað viðgerð av persónuupplýsingum av sínum eintingum skal geva móttakarum, sum viðkomandi hevur givið persónupplýsingar víðari til, boð um, at hesar eru rættaðar, strikaðar ella viðgerðaravmarkaðar.

Móttakarin kann t.d. vera ein almennur myndugleiki, ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur ella annar, sum hevur fingið persónupplýsingarnar.

Fráboðanarskyldan hevur við sær, at tað ikki er neyðugt hjá tí skrásetta at venda sær til hvønn einstaka dátuábyrgdara, um persónupplýsingar eitt nú skulu strikast.

Fráboðanarskyldan er ikki galdandi, um hon vísir seg at vera ógjørlig ella órímiliga torfør at halda.

Les meira

Les meira um fráboðanarskylduna í vegleiðingini um rætting, striking og viðgerðaravmarking. Vegleiðingin er tøk her.

Rætturin til dátuflutning

Rætturin til dátuflutning

Skrásetti kann krevja, at persónupplýsingar, sum ein fyritøka hevur um viðkomandi, og sum skrásetti sjálvur hevur latið fyritøkuni, skulu flytast til eina aðra fyritøku. Tað er ein treyt, at viðgerðin er grundað á samtykki ella avtalu, og at viðgerðin er automatisk.

Rætturin til dátuflutning kann t.d. nýtast í teimum førum, tá skrásetti ynskir tilboð uppá tænastur frá fleiri veitarum, ella ynskir at skifta útbjóðara. Tað kunnu vera upplýsingar, sum eru latnir einum banka, telefonvirki ella tryggingarfelag í sambandi við at geva tilboð.

At rætturin einans fevnir um persónupplýsingar, sum skrásetti sjálvur hevur latið, hevur við sær, at upplýsingar, sum fyritøkan hevur lagt afturat, grundað á tær upplýsingar, sum skrásetti hevur latið, ikki skulu latast skrásetta. Tað kann vera greining (analysa) ella onnur viðgerð av persónupplýsingunum, sum fyritøkan hevur framt.

Persónupplýsingarnar, sum verða latnar skrásetta, skulu vera í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði. Júst hvørjum formati persónupplýsingarnar skulu vera í, er treytað av tínum virksemi og vinnugrein. Mælt verður til, í tann mun
tað letur seg gera, at nýta opnar og skjalprógvaðar standardar, so sum JSON, XML, CSV og líknandi.

Um tað er tøkniliga gjørligt, kann skrásetti krevja, at persónupplýsingarnar, verða fluttar beinleiðis frá einari fyritøku til eina aðra.

Les meira

Les meira um rættin til dátuflutning í vegleiðingini um dátuflutning, mótmæli og til ikki at vera fyri automatiskari viðgerð. Vegleiðingin er tøk her.

Rætturin til mótmæli

Rætturin til mótmæli

Tann skrásetti kann av orsøkum, sum eru grundaðar á serligu støðu hansara ella hennara, mótmæla annars lógligari viðgerð av sínum persónupplýsingum.

Tað er ein treyt fyri at mótmæla, at viðgerðin er grundað á § 8, stk. 1, nr. 5 ella nr. 6. Tað merkir, at viðgerðin er neyðug til tess at røkja samfelagsáhugamál ella uppgávur, sum liggja undir almennari myndugleikaútinnan, sum dátuábyrgdaranum er álagt (§ 8, stk. 1, nr. 5) ella viðgerðin er neyðug fyri, at dátuábyrgdarin ella ein triðipersónur kann fylgja einum heimilaðum áhugamáli, um ikki áhugamál hjá tí skrásetta, sum krevja vernd av persónupplýsingum, ganga fram um (§ 8, stk. 1, nr. 6).

Tann, sum viðgerð persónupplýsingarnar skal út frá einari ítøkiligari meting gera av, um skrásetti er í eini serligari støðu sum ger, at mótmælið skal hava við sær, at viðgerðin skal steðga. Skrásetti skal grundgeva fyri, hví hann ella hon mótmælir, og viðgerðin skal steðga. Grundgevingarnar skulu hava ávísan týdning og vera munandi, áðrenn viðgerðin skal
steðgast. Er metingin, at treytirnar fyri mótmæli ikki eru loknar, skal skrásetti upplýsast um hetta og um orsøkirnar til tess.

Beinleiðis marknaðarføring

Skrásetti hevur til eina og hvørja tíð rætt til at mótmæla viðgerð av sínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring. Skrásetti kann undir hesum mótmæla profilering, í tann mun hon viðvíkur beinleiðis marknaðarføring.

Um skrásetti mótmælir viðgerð til beinleiðis marknaðarføring, hevur fyritøkan ella stovnurin ikki longur loyvi at viðgera upplýsingarnar til hetta endamál.

Serlig kunning

Fyritøkan ella stovnurin skal í tí fyrsta samskiftinum við skrásetta, upplýsa skrásetta um rættin at mótmæla. Kunningin skal vera klár og ótvískiljandi, og kann ikki vera óbeinleiðis ella tigandi. Kunnast skal um mótmælisrættin greitt og sundurskilt frá øllum øðrum upplýsingum.

Les meira

Les meira um rættin til mótmæli í vegleiðingini um dátuflutning, mótmæli og til ikki at vera fyri automatiskari viðgerð. Vegleiðingin er tøk her.

Rætturin at ikki at vera fyri automatiskum avgerðum

Rætturin at ikki at vera fyri automatiskari avgerð

Skrásetti hevur í útgangsstøðinum rætt til ikki at vera fyri automatiskari avgerð, sum einans er grundað á automatiska viðgerð, undir hesum profilering, og sum hevur rættarvirknað ella á líknandi hátt týðiliga ávirkar viðkomandi.

Rætturin skal verja skrásetta við at tryggja, at tað altíð er ein persónur, sum tekur endaliga støðu í einum máli, um so er, at avgerðir verða tiknar, sum hava rættarvirknað fyri viðkomandi.

Ein automatisk viðgerð av persónupplýsingum, kann t.d. vera ein viðgerð, sum nýtir persónupplýsingar til at meta um ávís persónlig viðurskifti hjá einum persóni, serliga fyri at greina ella meta um arbeiðsavrik, fíggjarliga støðu, heilsu, persónligar sertokkar, áhugamál, álitissemi, atferð, staðseting ella rørslur hjá viðkomandi.

Um avgerðin er grundað á fakta, og eingin meting av persónligum viðurskiftum fer fram, kann skrásetti ikki seta seg ímóti hesum. Hetta kann t.d. vera, tá skrásetti skal taka pengar út í eini sjálvtøku. Automatiska viðgerðin, sum fer fram, og sum kann hava við sær, at skrásetti ikki kann taka pengar út, tí kontan er í troti, inniber eina automatiska avgerð, sum er grundað á fakta, t.e. eingin peningur er á kontuni, og ikki eina meting av persónligum viðurskiftum hjá skrásetta.

Undantøk

Rætturin til ikki at vera fyri automatiskari avgerð er ikki galdandi, um avgerðin

  • er neyðug fyri at gera ella halda eina avtalu millum tann skrásetta og ein dátuábyrgdara,
  • er heimilað í lóggávu, sum dátuábyrgdarin er fevndur av, ella
  • er grundað á nágreiniligt samtykki frá skrásetta.

Les meira

Les meira um rættin ikki at vera fyri automatiskum avgerðum í vegleiðingini um dátuflutning, mótmæli og til ikki at vera fyri automatiskari viðgerð. Vegleiðingin er tøk her.