Dátueftirlitið

Dátuviðgeri

Dátuviðgerin viðgerð persónupplýsingar fyri dátuábyrgdaran. Dátuviðgerin ger hvørki av, hvussu ella til hvørji endamál persónupplýsingarnar viðgerast. Dátuviðgerin veitir oftast dátuábyrgdaranum eina tænastu, t.d. hýsing av servara.

Tað er dátuábyrgdarin, sum yvirskipað hevur ábyrgdina av, at dátuverndarlógin verður hildin. Dátuverndarlógin gevur tó eisini dátuviðgeranum nakrar serligar skyldur. Nakrar av hesum skyldum verða gjøgnumgingnar á hesi síðu.

Viðgerðartrygd

Viðgerðartrygd

Yvirskipað er tað dátuábyrgdarin, sum hevur ábyrgdina av, at trygdin er í lagi.

Sambært dátuverndarlógini skal dátuviðgerin tó eisini seta í verk hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk, sum tryggja eitt trygdarstøði, sum hóskar til váðarnar, sum standast av viðgerðini.

Tá metast skal um, hvørji tiltøk skulu setast í verk, skal útgangsstøðið takast í eini váðagrundaðari tilgongd. Hetta merkir, at dátuviðgerin skal hava fyrilit fyri verandi tøkniliga støði, verksetanarkostnaði og slagi av viðgerð, vavi, samanhangi og endamáli, umframt sannlíku váðunum fyri rættindini hjá tí skrásetta.

Metingin av, hvørji trygdartiltøk, sum skulu setast í verk, er sostatt ítøkilig í hvørjum einstøkum føri.

Les meira

Les meira um viðgerðartrygd her. Til ber eisini at lesa meira í vegleiðingini hjá Dátueftirlitinum. Vegleiðingin um viðgerðartrygd og aðrar vegleiðingar og skabelónir eru tøkar her.

Tilnevning av umboðið í Føroyum

Tilnevning av umboðið í Føroyum

Dátuverndarlógin er galdandi fyri viðgerð av persónupplýsingum um skrásett, sum eru í Føroyum, og verður gjørd av viðgera, sum ikki er staðsettur í Føroyum, um viðgerðin viðvíkur útboði av vørum ella tænastum til skrásett í Føroyum, sama um gjald verður kravt frá teimum ella yvirvøku av atferðini hjá skrásettum, um teirra atferð fer fram í Føroyum.

Ein viðgeri, sum ikki er staðsettur í Føroyum, men sum viðgerð persónupplýsingar, sum nevnt omanfyri, skal skrivliga tilnevna eitt umboð í Føroyum.

Hetta er tó ikki galdandi fyri viðgerð, sum er viðhvørt, sum ikki í stórum fevnir um viðkvæmar persónupplýsingar, og sum sannlíkt ikki hevur við sær ein váða fyri rættindi hjá einstaklingum. Kravið er heldur ikki galdandi fyri almennar myndugleikar, stovnar og eindir.

Viðgerð við dátuviðgera

Viðgerð við dátuviðgera

Ein dátuábyrgdari kann velja at útveita viðgerð av persónupplýsingum til ein dátuviðgera. Um so er, er talan um eina dátuviðgerarstøðu.

Allýsingarnar í dátuverndarlógini hava við sær, at tað bara kann vera ein dátuviðgerarstøða, um ein aftala ella ein partur av eini aftalu millum dátuábyrgdaran og ein annan part snýr seg um, at tann parturin skal viðgera persónupplýsingar (t.d. savna, skráseta, goyma, víðarigeva ella strika persónupplýsingar) eftir boðum frá dátuábyrgdaranum.

Um avtalan hinvegin fyrst og fremst snýr seg um veiting av eini aðrari tænastu enn viðgerð av persónupplýsingum, t.d. eina handverkaratænastu, har dátuábyrgdarin ikki hevur fyri neyðini at geva boð um viðgerð av persónupplýsingum, er hin parturin ikki dátuviðgeri. Hetta sjálvt um dátuábyrgdarin gevur hinum partinum persónupplýsingar (t.d. navn og bústað), sum eru neyðugar fyri, at hin parturin kann veita sína høvuðstænastu, t.e. handverkaratænastuna.

Dátuábyrgdarin skal einans nýta dátuviðgerar, sum veita fullgóða trygd fyri, at hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk verða sett í verk, sum tryggja, at viðgerðin lýkur krøvini í dátuverndarlógini.

Viðgerðin hjá einum dátuviðgera skal vera grundað á avtalu, sum er bindandi, og sum m.a. ásetir evnið fyri viðgerðini, endamál, eins og skyldur og rættindi hjá dátuábyrgdaranum. Dátuverndarlógin ásetur harumframt krøv um, hvat ein slík avtalan í minsta lagi skal innihalda.

Ein dátuviðgeri hevur ikki loyvi at nýta annan dátuviðgera (ein undirdátuviðgera) uttan ítøkiligt ella alment loyvi frá dátuábyrgdaranum.

Um ein dátuviðgeri nýtir ein annan dátuviðgera (ein undirdátuviðgera) í sambandi við viðgerð fyri dátuábyrgdaran, skal hesin dátuviðgeri halda somu dátuverndarskyldur sum tær, sum eru í avtaluni millum dátuábyrgdaran og dátuviðgeran.

Les meira

Les meira um dátuábyrgdarar og dátuviðgerar í vegleiðingini hjá Dátueftirlitinum. Eisini ber til at taka eina standard dátuviðgeraravtalu niður. Vegleiðingin um dátuábyrgdarar og dátuviðgerar og standard dátuviðgeraravtalan, umframt aðrar vegleiðingar og skabelónir eru tøkar her.

Yvirlit yvir viðgerðir

Yvirlit yvir viðgerðir

Dátuviðgerar skulu gera yvirlit yvir øll sløg av viðgerðum, sum verða gjørdar fyri dátuábyrgdaran.

Kravið um, at dátuviðgerar skulu hava yvirlit yvir øll sløg av viðgerðum merkir, at dátuviðgerar eiga at gera sær greitt og hava yvirblikk yvir, hvørji sløg av persónupplýsingum, sum verða viðgjørdar og hví. Yvirlitið skal hjálpa dátuviðgeranum at lúka krøvini, sum dátuverndarlógin annars setur í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum. Endamálið við kravinum um yvirlit er sostatt at tryggja, at dátuviðgerin veit, hvørjar upplýsingar verða viðgjørdar og til hvørji endamál. Eisini kann yvirlitið brúkast til at vísa á, at reglurnar í dátuverndarlógini verða hildnar.

Í dátuverndarlógini er ásett, hvat hesi yvirlit í minsta lagi skulu fevna um.

Yvirlitini skulu vera skrivlig, her undir elektronisk, og skulu eftir umbøn latast Dátueftirlitinum.

Les meira

Les meira um yvirlit yvir viðgerðir her. Til ber eisini at lesa meira í vegleiðingini hjá Dátueftirlitinum. Dátueftirlitið hevur eisini gjørt eina skabelón til yvirlit yvir viðgerðir, sum kann takast niður. Vegleiðingin um yvirlit yvir viðgerðir og skabelónin, umframt aðrar vegleiðingar og skabelónir eru tøkar her.

Trygdarbrot

Trygdarbrot

Eitt trygdarbrot er eitt brot á trygdina, sum førir við sær, at persónupplýsingar av tilvild ella ólógliga verða burturbeindar, burturmistar, broyttar, óheimilað givnar víðari ella at atgongd verður givin til persónupplýsingar, sum eru sendar, goymdar ella á annan hátt viðgjørdar.

Um eitt trygdarbrot ikki verður handfarið stundisliga og á ein hóskandi hátt, er vandi fyri, at brotið skaðar skrásetta.

Dátuviðgerin skal uttan óneyðugt drál eftir at vera vorðin kunnugur við trygdarbrotið boða dátuábyrgdaranum frá brotinum. Dátuábyrgdarin skal síðani taka støðu til, um trygdarbrotið skal fráboðast Dátueftirlitinum.

Les meira

Les meira um trygdarbrot her. Til ber eisini at lesa meira í vegleiðingini um trygdarbrot hjá Dátueftirlitinum. Dátueftirlitið hevur eisini gjørt eina skabelón til fráboðan av trygdarbrotið, sum kann takast niður. Vegleiðingin um trygdarbrot og skabelónin, umframt aðrar vegleiðingar og skabelónir eru tøkar her.

Dátuverndarfólk

Dátuverndarfólk

Eitt dátuverndarfólk skal hjálpa dátuviðgeranum at halda reglurnar í dátuvernarlógini. Dátuverndarfólki fær í tí sambandi álagt nakrar uppgávur í dátuverndarlógini.

Almennir myndugleikar, sum viðgera persónsupplýsingar, skulu tilnevna eitt dátuverndarfólk.

Í flestu førum er ikki krav um at tilnevna dátuverndarfólk í privata geiranum.

Tó skulu fyritøkur tilnevna eitt dátuverndarfólk um tríggjar treytir eru uppfyltar. Treytirnar, sum allar skulu verða loknar, eru:

  • Viðgerðin av persónupplýsingum skal vera kjarnuvirksemi hjá fyritøkuni
  • Viðgerðin skal vera umfatandi
  • Talan skal vera um yvirvøku av skrásettum, sum er reglulig og skipað ella viðgerð, sum fevnir um viðkvæmar persónupplýsingar

Les meira

Les meira um dátuverndarfólk her. Til ber eisini at lesa meira í vegleiðingini um dátuverndarfólk hjá Dátueftirlitinum. Vegleiðingin um dátuverndarfólk, umframt aðrar vegleiðingar og skabelónir eru tøkar her.