Dátueftirlitið

Børn og ung

Á hesi síðu er savnað kunning um viðgerð av persónupplýsingum, sum serliga er ætlað børnum og ungum.

Hvat er ein persónupplýsing?

Ein persónupplýsing er ein upplýsing um teg ella ein upplýsing, sum man kann nýta at finna útav, hvør tú ert. Tað kann t.d. vera títt navn, tín føðingardagur ella títt telefonnummar. Um tú ert á eini mynd, kann hetta eisini vera ein persónupplýsing um teg. Persónupplýsingar kunnu eisini vera upplýsingar, sum tú gevur appum á tíni telefon, t.d. tá tú nýtir GPSaran á telefonini at vísa veg.

Hvat er ein rættur?

Ein rættur er ein regla, sum yvirskipað tryggjar, at persónar kunnu liva eitt trygt og frælst lív. Í dátuverndarlógini eru reglur, sum tryggja tær nøkur rættindi. Reglurnar hava við sær, at tey sum viðgera upplýsingar um teg, skulu fara væl við hesum upplýsingum. Tey kunnu t.d. ikki geva øðrum upplýsingarnar um teg, uttan so at tey hava eina sera góða orsøk, ella at tú hevur givið teimum loyvi.

Hvat er dátuvernd?

Dátuvernd merkir, at øll hava rætt til, at upplýsingar um tey handfarast á ein góðan, tryggan og skynsaman hátt. Dátuvernd merkir tí eisini, at krøv verða sett teimum, sum viðgera upplýsingar um teg. Tey, sum viðgera upplýsingar um teg, kunnu vera fyritøkur (t.d. handlar ella sosialir miðlar) ella feløg (t.d. ítróttarfeløg).

Nær kann man leggja myndir av øðrum á sosialar miðlar?

Nær kann man leggja myndir av øðrum á sosialar miðlar?

Tá tú deilir myndir av øðrum

Tá tú deilir myndir av øðrum á internetinum, t.d. á sosialum miðlum so sum Instagram, Facobook og TikTok, deilir tú persónupplýsingar um tey. Ein persónupplýsing er ein upplýsing um ein persón ella ein upplýsing, sum man kann nýta at finna útav, hvør viðkomandi er. Ein mynd kann sostatt vera ein persónupplýsing.

Um tú deilir myndir av øðrum á internetinum, kunnu reglurnar í dátuverndarlógini vera galdandi.

Tú eigur altíð at spyrja tann, sum er á myndini, um loyvi, áðrenn tú deilir eina mynd av viðkomandi. Um viðkomandi sigur nei, eigur tú at lurta eftir hesum.

Tá onnur deila myndir av tær

Tá onnur deila myndir av tær, er sjálvsagt tað sama galdandi fyri tey. Tað merkir, at tey eiga at spyrja teg um loyvi fyrst.

Um onkur hevur deilt eina mynd av tær, sum tú fegin vil, skal takast niður, eigur tú at byrja við at venda tær til tann, sum hevur deilt myndina og biðja viðkomandi um at strika myndina.

Tú kanst eisini venda tær til Dátueftirlitið. Av tí at myndirnar ofta eru deildar í privatum bólkum o.tíl., er tað tó ikki altíð, at tað ber til hjá Dátueftirlitinum at hjálpa tær.

Hvørji rættindi havi eg?

Hvørji rættindi havi eg?

Tú skalt kunnast, um onkur savnar upplýsingar um teg

Tað merkir, at um fyritøkur ella feløg, t.d. sosialur miðil, eitt ítróttarfelag ella ein app, savna upplýsingar um teg, skulu tey m.a. greiða tær frá, hvat tey skulu brúka upplýsingarnar til.

Fyritøkur og feløg skulu geva tær hesar upplýsingar, uttan at tú biður um tað.

Hetta hjálpir tær at skilja, hvør sum hevur upplýsingar um teg, og hvat tær verða brúktar til. Um tú veitst, hvør hevur upplýsingar um teg, og hvat tær verða brúkar til, er tað eisini lættari hjá tær at taka støðu til, um tú heldur, at tað er í ordan ella ikki, at ein fyritøka ella felag viðger upplýsingar um teg.

Upplýsingar um teg, sum eru skeivar, skulu rættast

Tað merkir, at um tú heldur, at upplýsingar, sum eitt felag ella ein fyritøka hevur um teg, eru skeivar, kanst tú biðja tey rætta upplýsingarnar. Tað kann t.d. vera upplýsingar um títt navn, tín aldur ella hvørjum skúla, tú gongur í.

Tú kanst hinvegin ikki krevja, at upplýsingar, sum eru grundaðar á eina meining, sum onkur hevur um teg, skulu rættast. Tú kanst t.d. ikki krevja, at upplýsingar um støðumet skulu rættast, tí tú ikki ert samd/ur við læraranum í, hvussu dugnalig/ur tú ert.

Upplýsingar um teg skulu onkuntíð strikast

Tað merkir, at tú kanst biðja eina fyritøku ella eitt felag um at strika upplýsingar, sum tey hava um teg.

Tað kann vera, at tú ikki longur hevur hug at hava Facebook ella Instagram, og at tú tí vilt, at tey skulu strika filmar og myndir av tær.

Tað ber ikki altíð til at strika upplýsingar. Tað ber t.d. ikki til at biðja skúlan strika allar upplýsingar, sum skúlin hevur um teg. Skúlin hevur av góðum grundum brúk fyri at hava títt navn, tín bústað, aldur o.s.fr.

Tú kanst spyrja, um upplýsingar um teg verða viðgjørdar

Tað merkir, at tú kanst spyrja eina fyritøku ella eitt felag, um tey hava upplýsingar um teg, og hvat upplýsingarnar í so fall verða brúktar til.

Við at venda tær til fyritøkur ella feløg og spyrja á henda hátt, fært tú greiðu á, um upplýsingar um teg verða viðgjørdar, og um tú heldur, at tað er í ordan ella ikki. Um tú heldur, at tað ikki er í ordan, at ein fyritøka hevur upplýsingar um teg, kanst tú biðja fyritøkuna strika upplýsingarnar.

Nær kann eg geva mítt samtykki til, at upplýsingar um meg verða viðgjørdar?

Nær kann eg samtykkja, at upplýsingar um meg verða viðgjørdar?

Um tú sjálv/ur kann samtykkja, at upplýsingar um teg verða viðgjørdar, veldst um ítøkiligu støðuna.

Vanliga er tað so, at børn og ung yvir 15 ár sjálvi kunnu samtykkja.

Vanliga er tað eisini so, at um tú ert undir 15 ár, so skulu tíni foreldur samtykkja fyri teg.

Børn og ung undir 15 ár kunnu tó onkuntíð samtykkja sjálvi. Tað veldst tá um, um viðkomandi er nóg búgvin at skilja, hvat samtykki snýr seg um, og hvørjar upplýsingar, sum skulu viðgerast. Er talan um upplýsing um sjúku ella átrúnað, kann niðurstøðan vera ein onnur, enn um talan er um upplýsing um navn.