Dátueftirlitið

Dátuvernd á arbeiðsplássinum

Tá arbeiðsgevarin viðger persónupplýsingar um starvsfólk, er arbeiðsgevarin dátuábyrgdari.

Arbeiðsgevarin viðger persónupplýsingar um teg í sambandi við starvssetan, meðan tú ert í starvi og eftir starvsenda. Arbeiðsgevarin hevur í hesum føri skyldu til at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við dátuverndarlógina.

Í dátuverndarlógini eru eisini fleiri reglur, sum tryggja tær nøkur rættindi, tá persónupplýsingar verða viðgjørdar. Hetta er eisini galdandi á arbeiðsplássinum. Endamálið við reglunum um rættindi er at styrkja um rættarstøðuna hjá tær, m.a. við at tryggja opinleika og gjøgnumskygni, og við at geva tær møguleika at seta teg ímóti viðgerð. Tú hevur millum annað rætt til kunning, innlit, rætting, striking og mótmæli.