Dátueftirlitið

Tá arbeiðsgevari viðger persónupplýsingar

Arbeiðsgevarin tekur avgerð um at seta fólk og at siga fólk upp, og tað er arbeiðsgevarin, sum (yvirskipað) leggur arbeiðið til rættis, sum starvsfólkini skulu gera. Arbeiðsgevarin er tí dátuábyrgdari fyri viðgerð av persónupplýsingum, sum fer fram í sambandi við starvssetan, meðan starvsfólk er í starvi, og tá setanin heldur uppat.

Tað er eisini arbeiðsgevarin, sum hevur ábyrgdina av at tryggja, at trygdin í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum – bæði tøkniliga og bygnaðarliga – er í lagi.

Hvørjar upplýsingar kann ein arbeiðsgevari viðgera?

Hvørjar upplýsingar kann ein arbeiðsgevari viðgera?

Ein arbeiðsgevari kann viðgera flestu vanligu upplýsingarnar um starvsfólk. Hetta er galdandi fyri bæði almennar og privatar arbeiðsgevarar.

Upplýsingar, sum arbeiðsgevarin kann viðgera eru t.d. navn, bústaður og telefonnummar, føðidagur, nærmastu avvarðandi, upplýsingar um útbúgving, fyrrverandi størv, núverandi starv og arbeiðsuppgávur, starvstíðir og upplýsingar um onnur starvsviðurskifti, upplýsing um løn, skatt, sjúkradagar, upplýsingar um aðra fráveru, upplýsingar um pensjónsviðurskifti og lønarkonto.

Vanliga kann ein arbeiðsgevari einans viðgera viðkvæmar persónupplýsingar um eitt starvsfólk, um starvsfólkið hevur givið nágreiniligt samtykki.

Tað kann tó í ávísum førum vera neyðugt at skráseta viðkvæmar persónupplýsingar, tí hetta er ásett í lóg ella kunngerð, t.d. løgtingslóg um starvsmenn ella tí hetta er neyðugt fyri at halda starvsrættarligar skyldur og tilskilað rættindi hjá arbeiðsgevaranum ella starvsfólkinum.

Tað kunnu vera ásetingar í lóggávu, sum avmarka møguleikan at viðgera viðkvæmar persónupplýsingar. Tað kundi t.d. verið løgtingslóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki.

Sambært dátuverndarlógini eiga persónupplýsingar at vera goymdar soleiðis, at tað ikki ber til at eyðmerkja tey skrásettu í longri tíðarskeið enn neyðugt við atliti til endamálið við viðgerðini. Arbeiðsgevarin eigur tí at áseta freistir fyri striking fyri viðgerð av upplýsingum um umsøkjarar til størv og viðgerð av ávísum upplýsingum um starvsfólk.

Tað kann vera tørvur á at goyma upplýsingar, tí hetta er ásett í lóggávu, men tað vil í flestu førum vera ein ítøkilig meting, sum arbeiðsgevarin eigur at gera.

At almannakunngera upplýsingar um starvsfólk

At almannakunngera upplýsingar um starvsfólk

Arbeiðsgevarin hevur í útgangsstøðinum møguleika at almannakunngera upplýsingar um starvsfólk á síni heimasíðu. Upplýsingar, sum kunnu almannakunngerast uttan samtykki frá starvsfólkinum, eru t.d. navn, starvsøki og samskiftisupplýsingar.

Um arbeiðsgevarin vil almannakunngera aðrar upplýsingar, sum t.d. privat telefonnummar ella teldupostadressu, krevur hetta samtykki frá starvsfólkinum.

Viðkvæmar persónupplýsingar kunnu í útgangsstøðinum ikki almannakunngerast á t.d. heimasíðum uttan so, at starvsfólkið hevur givið nágreiniligt samtykki.

Myndir á heimasíðuni

Myndir av starvsfólkum og myndir, sum eru tiknar á arbeiðsplássinum (t.d. meðan fólk arbeiða) kunnu ikki almannakunngerast uttan so, at starvsfólkið hevur givið samtykki.

Um starvsfólki gevur samtykki, men seinni tekur samtykkið aftur, hevur hetta við sær, at myndin skal takast av heimasíðuni.

Ein arbeiðsgevari vil aloftast kunnu leggja myndir av starvsfólkum á innannetið uttan samtykki frá starvsfólkinum.

Upplýsingar um fráveru

Upplýsingar um, at eitt starvsfólk er í feriu ella heldur ein frídag er ein vanlig persónupplýsing. Eisini upplýsingin um, at eitt starvsfólk er sjúkt, er ein vanlig persónupplýsing, um tað ikki nærri verður upplýst, hvat starvsfólkinum feilar.

Upplýsing um sjúkrafráveru kann vera ein heilsuupplýsing – og harvið ein viðkvom upplýsing – um upplýsingarnar eru so nágreiniligar og ítøkiligar, at tær siga nakað ávíst um heilsustøðuna hjá starvsfólkinum. Um talan er um heilsuupplýsingar krevst í útgangsstøðinum nágreiniligt samtykki frá starvsfólkinum at víðarigeva upplýsingarnar.

Eftirlit við starvsfólki

Eftirlit við starvsfólki

Arbeiðsamboð sum snildfonir, teldur, teldlar og GPS’ari gera tað møguligt hjá arbeiðsgevaranum at hava eftirlit við starvsfólki bæði á arbeiðsplássinum og í heiminum. Eftirlit við starvsfólki hevur við sær, at persónupplýsingar um starvsfólk verða viðgjørdar, og tí skulu reglurnar í dátuverndarlógini fylgjast. Reglurnar hava m.a. við sær, at tað í útgangsstøðinum ikki er møguligt at hava eitt starvsfólk undir støðugum eftirliti við vakmyndatóli, gps’ara ella líknandi.

Yvirvaking við vakmyndatóli

Ein arbeiðsgevari kann yvirvaka við vakmyndatóli á arbeiðsplássinum, um tað er ein saklig orsøk til tað, og um yvirvøkan ikki fevnir um meira enn neyðugt er.

Løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli hevur við sær eitt krav um skelting á arbeiðsplássum, um yvirvøka fer fram.

Um yvirvøka fer fram, er tað harumframt ein fortreyt, at starvsfólkini verða kunnað um hetta, hvat endamálið við yvirvøkuni er, nær arbeiðsgevarin hyggur at upptøkunum, og nær upptøkur verða latnar politinum. Starvsfólkini skulu eisini hava at vita, hvussu leingi upptøkurnar verða goymdar.

Kunningin skal í útgangsstøðinum verða givin frammanundan, og nýggj starvsfólk skulu hava kunning um yvirvøku í sambandi við starvssetan, ella í seinasta lagi, tá tey byrja at arbeiða í økjum, sum eru yvirvakað.

Les meira um yvirvøku við vakmyndatóli her.

GPS-yvirvaking av bilum

Tað kann vera neyðugt at vita, hvar bilarnir hjá arbeiðsgevaranum, sum starvsfólk koyra, eru í arbeiðstíð. Hetta kann t.d. vera fyri at yvirvaka, at flutningur av persónum ella vørum gongur, sum tað skal (logistisk endamál), eins og yvirvakingin kann vera eitt trygdartiltak fyri starvsfólk.

Tað er ein fortreyt fyri at nýta GPS-yvirvaking, at starvsfólkini – áðrenn yvirvakingin verður sett í verk – verða kunnað um endamálið við yvirvakingini, hvussu umfatandi yvirvakingin er, og hvat upplýsingarnar skulu brúkast til.

Tá arbeiðsgevarin hevur GPS-yvirvaking á bilum, skal arbeiðsgevarin ansa serliga væl eftir, at innsavnaðu upplýsingarnar ikki verða viðgjørdar til onnur endamál, sum eru í ósamsvari við tað endamál, sum upplýsingarnar upprunaliga vóru savnaðar inn til, t.d. um upplýsingarnar verða nýttar til at hava eftirlit við, hvar førarin er, ella hvønn atburð viðkomandi hevur.

Um tað er loyvt starvsfólkinum at brúka bilin privat, skal arbeiðsgevarin syrgja fyri, at tað er møguligt hjá starvsfólkinum at sløkkja yvirvakingina, tá bilurin verður nýttur privat.

Loggur og eftirlit við nýtslu av interneti og telduposti

Arbeiðsgevarin kann í ávísum førum skráseta (logga) heimasíðuvitjanir hjá starvsfólki og gjøgnumganga hesa skráseting í sambandi við mistanka um misnýtslu av internetinum. Tað sama ger seg galdandi fyri teldupost.

Starvsfólk skulu frammanundan – týðiliga og greitt – kunnast um, at skrásetingin (logging) fer fram, og at skráseting av heimasíðuvitjanum og nýtsla av telduposti kann verða nýtt í sambandi við eftirlit, tá ítøkiligur mistanki er um nýtslu av interneti og telduposti í stríð við leiðreglurnar á arbeiðsplássinum.

Tað er sjálvsagt ein fortreyt, at arbeiðsplássið hevur greiðar innanhýsis leiðreglur viðvíkjandi nýtslu av interneti og telduposti.