Dátueftirlitið

Eftirlit hjá Dátueftirlitinum

Dátueftirlitið hevur eftirlit við allari viðgerð av persónupplýsingum, sum dátuverndarlógin fevnir um.

Í dátuverndarlógini hevur Dátueftirlitið fingið eina røð av uppgávum. Uppgávurnar fevna m.a. um, at Dátueftirlitið  av sínum eintingum ella eftir klagu frá skrásetta skal ansa eftir, at viðger av persónupplýsingum bert fer fram í samsvari við dátuverndarlógina, og at gera kanningar har, sum persónupplýsingar verða viðgjørdar.

Í sambandi við útinnanina av uppgávunum, sum Dátueftirlitið skal røkja, kann Dátueftirlitið gera eftirlit hjá fyritøkum og stovnum. Hesi eftirlit eru aloftast fráboðað, men kunnu eisini vera ófráboðað.

Eftirlit hjá Dátueftirlitinum fara ofta fram í skrivligum samskifti, tó so at eftirlitsvitjanir og fundir eisini eru ein umráðandi partur av arbeiðnum.

Dátueftirlitið kann krevja allar upplýsingar útflýggjaðar, sum eru av týdningi fyri virksemið hjá eftirlitinum.

Í dátuverndarlógini er eisini ásett, at ráðslimir og leiðandi starvsfólk í Dátueftirlitinum til eina og hvørja tíð uttan dómsúrskurð hava atgongd til øll høli, har sum persónupplýsingar verða viðgjørdar og til høli, har sum atgongd er til tær persónupplýsingar, sum verða viðgjørdar. Dátueftirlitið hevur eisini atgongd til høli, har persónupplýsingar ella teknisk hjálparamboð verða goymd ella nýtt. Fyri at fáa atgongd, skal galdandi samleikaprógv vísast.

Avgerðir frá Dátueftirlitinum

Sum partur av almennu fyrisitingini kann Dátueftirlitið taka avgerðir, sum eru bindandi fyri tann, sum avgerðin er rættað ímóti. Avgerðir hjá Dátueftirlitinum skulu sostatt fylgjast.

Niðurstøðan í avgerð hjá Dátueftirlitinum kann vera, at Dátueftirlitið gevur fyritøku ella stovni ávaring um, at ætlað viðgerð sannlíkt er í ósamsvari við dátuverndarlógina. Dátueftirlitið kann eisini geva fyritøku ella stovni átalu, um viðgerð hevur verið í ósamsvari við dátuverndarlógina.

Dátueftirlitið kann krevja, at fyritøka ella stovnur steðgar viðgerð, og at viðkomandi fyritøka ella stovnur rættar, strikar ella viðgerðaravmarkar ávísar upplýsingar, sum eru fevndar av tílíkari viðgerð.

Dátueftirlitið kann geva fyritøku ella stovni kravboð um at fáa viðgerð o.a. í samsvar við dátuverndarlógina innan eina nærri ásetta freist.

Dátueftirlitið kann geva fyritøku ella stovni kravboð um at fremja tøknilig og bygnaðarlig, herundir fysisk, trygdartiltøk, so at bert viðgerð fer fram, sum hevur heimild í dátuverndarlógini, og so at persónupplýsingar ikki ólógliga forkomast, missast ella skerjast, og at tær ikki koma óviðkomandi til kunnleika ella verða misnýttar.

Avgerðir hjá Dátueftirlitinum eftir dátuverndarlógini eru endaligar innan fyrisitingina. Hetta merkir, at avgerðirnar ikki kunnu kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Dátueftirlitið kann almannakunngera síni úttalilsi og avgerðir. Avgerðir, sum verða kunngjørdar, skulu vera navnleysar og gjørdar so ókenniligar sum gjørligt.