Dátueftirlitið

P-talið

Persónstalið (p-talið) er flokkað sum ein vanlig persónupplýsing. Tó er ein serstøk áseting um p-talið í dátuverndarlógini, sum ásetur, nær almennir myndugleikar og privatar fyritøkur kunnu viðgera p-tøl.

Nær kunnu almennir myndugleikar og privatar fyritøkur viðgera p-tal hjá borgarum?

Nær kunnu almennir myndugleikar og privatar fyritøkur viðgera p-tal hjá borgarum?

Almennir myndugleikar

Almennir myndugleikar, tað vil siga lands- og kommunalir myndugleikar, kunnu nýta p-talið til eintýdda eyðmerking ella sum skránummar. Hetta merkir, at við at nýta p-talið skal eingin ivi vera um, at talan er um rætta persónin.

Nøvn, adressa o.a. kann verða nýtt til eyðmerking, men tað er altíð møguleiki fyri, at fleiri eita tað sama ella búgva á somu adressu. Sostatt kann tað verða hent at nýta p-talið til at eyðmerkja persónar, av tí at p-talið er serstakt fyri hvønn persón. Nýtsla av p-tali kann lætta um, og samstundis kann nýtslan hava við sær, at støðan hjá tí einstaka gerst tryggari, tí at mistøk og skeivleikar orsakað av persónsamanblandingum ella skrivivillum gerast færri.

Privat

Tá tað kemur til privat, t.e. fyritøkur, virki o.o., eru reglurnar um viðgerð av p-talinum strangari. Privat kunnu bara viðgera p-talið, um

  1. viðgerðin er heimilað í lóg,
  2. skrásetti hevur givið nágreiniligt samtykki,
  3. treytirnar í § 12 eru loknar (t.e. í teimum førum, tá viðgerð av viðkvomum persónupplýsingum er loyvd) ella
  4. viðgerðin bert fer fram til søgulig, vísindalig ella hagfrøðilig endamál.

Atgongdin hjá privatum at viðgera p-talið er víðkað nakað við dátuverndarlógini.

Nær kunnu almennir myndugleikar og privatar fyritøkur víðarigeva p-talið?

Nær kunnu almennir myndugleikar og privatar fyritøkur víðarigeva p-talið?

Almennir myndugleikar kunnu nýta p-talið m.a. í samskiftinum sínámillum, um hetta er neyðugt fyri at tryggja eina eintýdda eyðmerking av persóninum.

Eisini reglurnar um nær privat kunnu víðarigeva p-talið eru strangari enn fyri almennar myndugleikar. Privat kunnu víðarigeva p-talið til onnur, um

  1. víðarigevingin er heimilað í lóg,
  2. skrásetti hevur givið nágreiniligt samtykki til víðarigevingina,
  3. víðarigevingin er kravd av einum almennum myndugleika, ella
  4. víðarigevingin er ein natúrligur liður í regluliga virkseminum hjá virkjum o.ø. av tílíkum slagi og er altýðandi fyri eina eintýdda eyðmerking av skrásetta.

Almennir myndugleikar og privatar fyritøkur kunnu ikki gera p-talið alment kent. Til hetta krevst samtykki frá skrásetta.