Dátueftirlitið

Vanligar misskiljingar um dátuverndarlógina

Dátueftirlitið leggur ofta merki til, at reglurnar í dátuverndarlógini verða misskildar. Í fleiri førum hava misskiljingarnar við sær, at reglurnar verða tulkaðar strangari enn tað er lagt upp til í lógini. Á hesi síðu verða nakrar vanligar misskiljingar lýstar.

Mín fyritøka skal skifta allar KT-skipanir út fyri at fylgja reglunum í dátuverndarlógini

Nei, hetta er ikki rætt.

Dátuverndarlógin hevur reglur um, at persónupplýsingar skulu viðgerast á tryggan hátt. Lógin setur ikki krav um, at allar KT-skipanir skulu skiftast út.

Dátuverndarlógin hevur við sær, at mítt arbeiðspláss ikki kann hava ein føðingardagslista á intranetinum

Nei, hetta er ikki rætt.

Vanliga er tað eingin trupulleiki at hava ein føðingardagslista á arbeiðsplássinum. Hetta er sakligt og er við til at økja um trivnaðin. Um eitt starvsfólk vil strikast av listanum, er tað skilagott at lurta eftir hesum.

Í míni fyritøku viðgera vit ikki viðkvæmar persónupplýsingar, so mær nýtist ikki at hugsa um dátuverndarlógina

Jú, dátuverndarlógin er eisini galdandi fyri tína fyritøku.

Dátuverndarlógin er galdandi fyri alla viðgerð av persónupplýsingum. Tað merkir, at lógin er galdandi, sjálvt um tú bara skrásetur navn og telefonnummar hjá tínum kundum.

Dátuverndarlógin hevur við sær, at skúlar skulu taka floksmyndir niður, tá ein næmingur skiftir skúla ella tá flokkurin er liðugur í skúlanum

Nei, hetta er ikki rætt.

Skúlar kunnu gott hava myndir av gomlum skúlaflokkum hangandi. Endamálið er sakligt og tað hevur týdning fyri møguleikan hjá skúlanum at røkja sínar uppgávur.

Fyritøkur kunnu bara viðgera upplýsingar um meg, um eg gevi mítt samtykki

Nei, hetta er ikki rætt.

Samtykki er ein av heimildunum, sum viðgerð kann grundast á. Heimildin kann tó eisini vera ein onnur, t.d. fyri at yvirhalda eina avtalu ella um fyritøkan skal halda eina rættarliga skyldu.

Um man goymir telefonnummur og føðingardagar hjá vinum á síni telefon, skal man kunna tey um, at man viðgerð upplýsingar um tey

Nei, tað er ikki neyðugt. Dátuverndarlógin er ikki galdandi fyri privatpersónar, sum viðgera upplýsingar til persónlig endamál.

Dátuverndarlógin hevur við sær, at ein fyritøka, t.d. ein bakari, ikki kann skriva navn og samskiftisupplýsingar hjá einum kunda í eina bíleggingarskipan, um kundin bíleggur morgunbreyð til næsta vikuskifti

Jú tað kann man gott. Hetta er ein saklig viðgerð av persónupplýsingum, sum hevur til endamáls, at bakarin kann lata rætta kundanum røttu vøruna.

Fyritøka, við færri enn 250 starvsfólkum, sleppur undan kravinum um at gera yvirlit

Nei, tað er ikki rætt.

Treytin, um færri enn 250 starvsfólk, er bert ein av fýra treytum, ið allar skulu uppfyllast. Í praksis er talan um sera fáa fyritøkur sum sleppa undan kravinum.