Lógir og reglur
Dátuverndarlógin
Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021. Samstundis fór persónsupplýsingarlógin og kunngerðirnar við heimild í persónsupplýsingarlógini úr gildi.
Dátueftirlitið umsitir nýggju dátuverndarlógina.
Ein kunngerð hevur heimild í dátuverndarlógini. Tað er kunngerð um triðjalond, sum hava nøktandi verndarstøði viðvíkjandi flutningi av persónupplýsingum.
Løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin)
Kunngerð um triðjalond, sum hava nøktandi verndarstøði viðvíkjandi flutningi av persónupplýsingum
Viðmerkingar til dátuverndarlógina
Dátuverndarlógin á donskum (loven på dansk)
Dátuverndarlógin á enskum (the Act in English)
Serligu viðmerkingarnar til dátuverndarlógina á enskum
Skjal, sum samanber dátuverndarlógina við GDPR
Avgerð frá ES-Nevndini um, at Føroyar hava nøktandi verndarstøði
ES-fyriskipanin um dátuvernd (GDPR)
Dátuverndarlógin er grundað á innihaldi í ES-fyriskipanini um vernd av persónupplýsingum (General Data Protection Regulation, GDPR). GDPR kom í gildi í ES 25. mai 2018.
Løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli
Løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli kom í gildi 1. januar 2021. Sambært løgtingslógini skulu øll vakmyndatól, sum verða sett upp, fráboðast Dátueftirlitinum, sum hevur eina skrá yvir vakmyndatól.
Persónsupplýsingarlógin (áður galdandi)
Legg merki til, at persónsupplýsingarlógin og kunngerðir við heimild í løgtingslógini, fóru úr gildi, tá dátuverndarlógin kom i gildi 1. januar 2021.