Dátueftirlitið
23-07-2021

14 eftirlit við støði í ásetingunum um trygdarbrot

Nýggja dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021. Ein týðandi broyting við lógini eru ásetingarnar um trygdarbrot í §§ 47 og 48.

Dátueftirlitið sendi í apríl mánað spurnarskjal um trygdarbrot til 14 fyritøkur og stovnar.

Tey flestu av málunum eru  nú avgreidd, og Dátueftirlitið er sum heild av teirri fatan, at svarini vístu, at fyritøkurnar og stovnarnir taka fyribyrging og handfaring av trygdarbrotum í størsta álvara. 

Les meira um eftirlitini hjá Dátueftirlitinum her.