Dátueftirlitið
03-12-2020

Adventskalendari frá Dátueftirlitinum

Í desember kanst tú gleða teg ein serligan adventskalendara frá Dátueftirlitinum. Dátueftirlitið fer hvørja viku til jóla at leggja eitt podvarp á heimasíðuna við kunning um dátuverndarøkið.

Fyrsti parturin, sum longu er tøkur á heimasíðuni, snýr seg um grundleggjandi hugtøk innan dátuvernd. Tá tú lurtar, fært tú m.a. meira at vita um, hvussu hugtøkini persónupplýsingar og viðgerð skulu skiljast.

Podvarpið er serliga ætlað smáum fyritøkum og einstaklingum, sum vilja vita meira um dátuverndarøkið.

Lurta eftir fyrsta parti av podvarpinum her.