Dátueftirlitið
01-12-2021

Adventskalendarin hjá Dátueftirlitinum (1. partur)

Fer dátuvernd at oyðileggja jólini?

Ein jólasøga í fýra pørtum – 1. partur

Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021, og jólamaðurin er í villareiði. Hevur lógin við sær, at jólamaðurin ikki kann skráseta, hvørjar gávur børnini í Føroyum ynskja sær?

Jólamaðurin hevur hoyrt, at dátuverndarlógin hevur við sær, at tað ikki longur er loyvt at skráseta persónupplýsingar. Jólamaðurin fær hvønn dag nógv brøv frá børnum í Føroyum, sum skriva til hansara og greiða frá, hvat tey ynskja sær. Tað er sjálvsagt ein stórur trupulleiki hjá jólamanninum, um hann ikki kann skriva ynskini í ein langan lista, sum inniheldur navn, aldur, bústað og ynski hjá hvørjum einstakum barni í Føroyum.

Jólamaðurin er eisini ørkymlaður, tí hann hevur hoyrt, at tað er ólógligt at goyma persónupplýsingar.

Jólamaðurin er í døpurhuga og veit sær ikki síni livandi ráð, hvussu jólini 2021 skulu hepnast, um tað er so galið, at dátuverndarlógin er galdandi fyri hann.

So ein dagin hoyrir hann, at tað er okkurt, sum eitur Dátueftirlitið, sum kann hjálpa honum við ivamálunum. Jólamaðurin ringir tí til Dátueftirlitið og spyr um tey kunnu hjálpa.

Jólamaðurin tosar við ein fittan fulltrúa, sum eitur Hjørleivur.

Hjørleivur greiðir honum frá, at eingin orsøk er til ørkymlan. Hóast dátuverndarlógin hevur eitt breitt virkisøki, og er galdandi fyri jólamannin, so er eingin vandi á ferð. Hjørleivur fortelur, at tað ber væl til at skráseta persónupplýsingar, um jólamaðurin hevur eitt sakligt og skilagott endamál, og persónupplýsingarnar eru neyðugar fyri at røkka hesum endamáli.

Hjørleivur greiðir eisini frá, at jólamaðurin kann goyma brøvini frá børnunum, so leingi hann hevur tørv á brøvunum. Jólamaðurin skal minnast til, at jólagávuynski eru loynilig, og tí eigur jólamaðurin at goyma ynskilistan og brøvini frá børnum í Føroyum væl – í tryggari telduskipan ella í einum pengaskápi við lási á.