Dátueftirlitið
08-12-2021

Adventskalendarin hjá Dátueftirlitinum (2. partur)

Fer dátuvernd at oyðileggja jólini?

Ein jólasøga í fýra pørtum – 2. partur

Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021, og jólamaðurin hevur nú fingið greiðu á, at hann kann skráseta navn, aldur, bústað og ynski hjá hvørjum einstakum barni í Føroyum.

Sum vera man er nógv virksemi á verkstaðnum hjá jólamanninum. Nógvar nissur eru til arbeiðis, men eisini eru nógvar maskinur, sum eru í gongd 24 tímar um døgnið, fyri at framleiða allar leikurnar, sum børn í Føroyum ynskja sær.

Jólamaðurin hevur ikki tíð at vera á verkstaðnum alla tíðina, og tí fær hann hugskotið at seta vakmyndatól upp, so at hann kann hava eftirlit við, at nissurnar arbeiða. Hann ætlar eisini at seta vakmyndatól upp í kaffistovuni, tí hann hevur illgruna um, at nissurnar hava ov langar kaffisteðgir.

Skrásetingin av jólagávuynskjum, framleiddum gávum o.s.fr. verður alsamt meira umfatandi, og jólamaðurin hugsar um, um tað er uppá tíðina, at gamla skrivihefti og blýanturin verða skift út. Jólamaðurin hevur hoyrt um eina fyritøku, sum bjóðar telduskipanir fram til jólamenn. Telduskipanin lættir munandi um umsitingina.

Jólamaðurin veit ikki, hvussu hann skal bera seg at, og tí fær hann aftur tað hugskotið at ringja til Dátueftirlitið, sum gav honum so góða vegleiðing síðst, tá hann ringdi.

Hesu ferð tosar jólamaðurin við ein dámligan fulltrúa, sum eitur Brian.

Brian greiðir jólamanninum frá, at tað í útgangsstøðinum ikki er loyvt at hava starvsfólk undir støðugum eftirliti. Um tað er neyðugt at hava vakmyndatólseftirlit við maskinunum á verkstaðnum, og hetta ikki kann gerast uttan, at starvsfólk koma á myndina, so er tað í lagi. Jólamaðurin skal tó kunna nissurnar væl um yvirvøkuna – bæði skrivliga og munnliga. Jólamaðurin kann í útgangsstøðinum ikki brúka upptøkurnar í starvsfólkamálum. Jólamaðurin hevur ikki lov at yvirvaka kaffistovuna. Brian mælir jólamanninum til heldur at greiða nissunum frá, at tað er týdningarmikið, at kaffisteðgirnir ikki eru ov langir.

Brian greiðir eisini jólamanninum frá, at um hann ynskir at keypa eina telduskipan frá einum veitara, sum samstundis skal hýsa skipanina, so skal hann minnast til at gera eina dátuviðgerðaravtalu við veitaran. Í avtaluni stendur m.a., at veitarin einans kann viðgera persónupplýsingarnar eftir boðum frá jólamanninum. Ein standardavtala, sum jólamaðurin kann brúka, liggur á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum.