29-06-2025
Áminning nú summarið er í nánd
Nú summarið er í nánd, børnini fáa summarferiu, og tey ungu fáa húgvuna, hava vit ofta lyndi til at taka myndir og leggja tær á sosialar miðlar.
Myndir, sum verða lagdar á sosialar miðlar, síggjast oftast av fleiri fólkum, enn vit halda, og tað eru ikki øll, sum ynskja, at myndir av teimum verða lagdar á sosialar miðlar. Tá tá eru hesi ráðini góð at minnast til:
- Ikki leggja myndir út av børnum hjá øðrum, uttan at spyrja foreldrini fyrst
- Hugsa um, hvat myndin vísir – er hetta ein mynd, sum barnið ella tann ungi ynskir skal leggjast á sosialar miðlar?
- Legg ikki myndirnar í almennar bólkar
- Spyr altíð fyrst, áðrenn tú leggur myndir út av øðrum
Dátueftirlitið ynskir øllum eitt gott summar – minst til at njóta tað við virðing fyri privatlívinum hjá øðrum!