Dátueftirlitið
05-03-2021

Arbeiðsætlan hjá Dátueftirlitinum í 2021

1. januar 2021 kom nýggja dátuverndarlógin í gildi.

Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki, sum fremur sítt virksemi í fullum óheftni. Dátueftirlitið hevur eftirlit við allari viðgerð av persónupplýsingum, sum dátuverndarlógin fevnir um.

Uppgávurnar hjá Dátueftirlitinum fevna m.a. um av sínum eintingum at ansa eftir, at viðgerð av persónupplýsingum bert fer fram í samsvari við løgtingslógina, at styrkja almenna kunnleikan til dátuvernd, at styrkja kunnleikan hjá dátuábyrgdarum og dátuviðgerum um teirra skyldur, og at gera kanningar, har persónupplýsingar verða viðgjørdar.

Dátueftirlitið fer í sínum arbeiði í 2021 serliga at stilla inn á fýra ymisk øki.

Hesi øki eru:

  • Viðgerðartrygd
  • Ábyrgdarbýti
  • Viðgerð á internetinum
  • Rættindi

Viðgerðartrygd

Tað er umráðandi, at trygdin er í lagi, tá persónupplýsingar verða viðgjørdar. Dátueftirlitið fer at hava eitt breitt fokus á trygd í 2021, og fer í tí sambandi m.a. at kunna um, og at kanna, um reglurnar um yvirlit yvir viðgerðir og um (fráboðan um) trygdarbrot verða fylgdar.

Ábyrgdarbýti

Í viðgerðini av persónupplýsingum er tað avgerandi at vita, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum. Hvønn leiklut ein hevur – dátuábyrgdari, dátuviðgeri ella dátuverndarfólk – er týdningarmikið í metingini av, hvørjar skyldur ein hevur, og í metingini av, um røttu avtalurnar eru uppá pláss.

Viðgerð á internetinum

Alsamt fleiri persónupplýsingar verða viðgjørdar á internetinum, undir hesum á heimasíðum og sosialum miðlum. Tað eru ikki øll, sum geva sær fær um, at tá fyritøkur, stovnar, áhugafeløg o.o. savna, víðarigeva og deila persónupplýsingar á internetinum er tað fevnt av dátuverndarlógini.

Rættindi

Dátuverndarlógin tryggjar persónum nøkur rættindi, tá upplýsingar um tey verða viðgjørdar. Tað er umráðandi, at fólk eru tilvitað um síni rættindi. Tað er eisini umráðandi, at tey, sum viðgera upplýsingarnar eru tilvitað um rættindini, og vita hvørjar skyldur tey hava í hesum sambandi.