Dátueftirlitið
01-06-2022

Barnaváttanarlógin sett í gildi

Tann 1. juni 2022 er barnaváttanarlógin sett í gildi. Endamálið við lógini er at verja børn og ung ímóti kynsligum ágangi. Lógin kann lesast her.

At fáa barnaváttan til vegar er viðgerð av persónupplýsingum um tann, ið barnaváttanin viðvíkur, og tað er tí fevnt av dátuverndarlógini. Allir stovnar skulu hava mannagongdir fyri viðgerð av persónsupplýsingum. Persónligir upplýsingar skulu viðgerast í trúnaði og vera vardir ímóti tilvildarligum missi, fyribeining ella skaða. Viðgerðin av persónupplýsingum skal hava eitt hóskandi trygdarstøði. Stendur einki revsivert á barnaváttanini, er talan um vanligar persónsupplýsingar. Vísir barnaváttanin hinvegin á revsiverd viðurskifti s.s. um skuldsetingar, dómar, ákærufráfall, er talan um viðkvæmar persónsupplýsingar.

Hvussu farast skal fram eftir, at barnaváttanin er fingin til vega, veldst um, hvørt talan er um ein almennan ella ein privatan arbeiðsgevara.

Ein privatur arbeiðsgevari skal skráseta, at viðkomandi hevur sæð barnaváttanina og síðani beina hana burtur á nøktandi hátt. Meðan almennir arbeiðsgevarar eiga at halda vanligu fyrisitingarreglarnar, og tí eiga teir at goyma barnaváttanina í málinum hjá viðkomandi.

Viðkomandi starvsfólk ella umsøkjari, ið váttanin snýr seg um, skal geva skrivligt samtykki til, at arbeiðsgevarin fær barnaváttan um viðkomandi og hevur rætt at síggja tær persónupplýsingar, sum arbeiðsgevarin viðgerð um viðkomandi.

Vegleiðingin um lógina er her.
Kunningin frá løgregluni kann lesast  her.