Dátueftirlitið herðir krøvini viðvíkjandi brúk av auto-complete í teldupostskipanum
Dátueftirlitið hevur fingið nógvar fráboðanir í seinastuni um trygdarbrot, har orsøkin til trygdarbrotið var auto-complete og hevur tí valt at herða krøvini og nágreina hvørja ábyrgd fyritøkur og myndugleikar hava, tá auto-complete verður nýtt.
Í nógvum teldupostskipanum er tað sjálvvirkandi, at auto-complete er tendrað. Auto-complete virkar á tann hátt, at teldupostskipanirnar goyma nøvnini og teldupostadressurnar hjá teimum, sum man hevur móttikið teldupost frá ella sent teldupost til. Tá man so byrjar at skriva eina teldupostadressu, koma sjálvvirkandi teldupostadressur/nøvn fram, og tá kann vera lættari at trýsta á navnið enn at skriva alla teldupostadressuna hjá móttakaranum.
Kann hava stórar avleiðingar fyri borgarar
At brúka auto-complete kann í nøkrum førum føra til, at man kemur til at velja skeivan móttakara, og at telduposturin tí verður sendur til óviðkomandi triðjamann. Um telduposturin hevur persónupplýsingar, er talan tá um eitt trygdarbrot.
Ta seinastu tíðina hevur Dátueftirlitið fingið fleiri fráboðanir trygdarbrot, har orsøkin til trygdarbrotið var at brúkarin hevði valt skeivt navn í teldupostskipanini eftir uppskoti frá Auto-complete funkuni. Tað kann hava stórar avleiðingar, tá óviðkomandi fáa persónupplýsingar um onkran, sum tey ikki skuldu áttu at havt, eitt nú tá ið talan er um viðkvæmar persónupplýsingar.
Dátueftirlitið herðir krøvini
Avleiðingin av teimum nógvu trygdarbrotum er tann, at Dátueftirlitið nú herðir krøvini viðvíkjandi brúk av auto-complete í teldupostskipanum og at nágreina ábyrgdina, sum dátuábyrgdarir hava, tá auto-complete verður brúkt. Í teimum trygdarbrotum, sum Dátueftirlitið hevur fingið, verður nevnt tilviskuátøk sum eitt tiltak, so at trygdarbrotini ikki henda aftur. Eitt tilviskuátak kann vera ein framløga har starvsfólk verða ámint um trupulleikan. Dátueftirlitið metir tó ikki, at hetta er nóg mikið í sær sjálvum. Dátuábyrgdarir sum regluliga brúka teldupost at senda trúnaðar- ella viðkvæmar persónupplýsingar í skulu framyvir seta eitt ella fleiri tøknilig tiltøk í verk fyri at minka um váðan fyri at teldupostar verða sendir skeivt vegna auto-complete. Um tað bert eru einkultar deildir av fyritøkuni ella stovninum, sum regluliga senda teldupostar við viðkvæmum persónupplýsingum, kunnu tey tøkniligu tiltøkini vera avmarkaði til bert at galdandi fyri tær ávísu deildirnar.
Dátueftirlitið hevur avgjørt, at tað skal vera ein tillagingartíð til 1. mars 2027, har dátuábyrgdarir fáa høvið at meta um váðan og sett í verk tey neyðugu tiltøkini í samsvar við herðu krøvini.