Dátueftirlitið
05-04-2024

Dáturáðið ásett eftlitisætlanina fyri 2024

Á dáturáðsfundi tann 16. apríl samtykti Dáturáðið eftirlitisætlanina hjá Dátueftirlitinum fyri 2024. Avgjørt varð, at evnini verða:

  1. Yvirlit yvir viðgerðir sbrt. § 44 í dátuverndarlógini
  2. Rættindini hjá tí skrásetta sbrt. kap. 4 í dátuverndarlógini

Í 2023 framdi Dátueftirlitið knapt 130 eftirlit við hesum somu evnum. Eftirlitini í 2023 vístu sum heild, at tað enn eru sera nógvir dátuábyrgdarir, ið ikki hava fingið hesar grundleggjandi tættir í dátuverndarlógini uppá pláss. Mett var tí, at tað var neyðugt hjá Dátueftirlitinum at leggja dent á hesi bæði evnini í eitt ár afturat.

Tey, ið verða tikin út til eftirlit, fara fáa eitt skriv frá Dátueftirlitinum. Í skrivinum verða tey biðin um at svara einum spurnarblaði og at senda Dátueftirlitinum eitt avrit av § 44-yvirlitinum.

Væntandi fer Dátueftirlitið at fremja 100-120 eftirlit í 2024.

Spurnarblaðið

Í spurnarblaðnum eru spurningar um, hvussu dátuábyrgdarin tryggjar rættindini hjá tí skrásetta til kunning, rætting, striking og innlit. Spurt verður eisini, um dátuábyrgdarin hevur skrivligar mannagongdir hesum viðvíkjandi. Dátuábyrgdarar, ið ikki hava slíkar mannagongdir, verða álagdir at framleiða tær.

 

Yvirlit yvir viðgerðir

Dátuábyrgdarnir verða bidnir um at senda Dátueftirlitinum eitt yvirlit yvir viðgerðir. Kannað verður, um yvirlitið lýkur krøvini í dátuverndarlógini.

Eitt yvirlit yvir viðgerðir skal hava hesar upplýsingar:

  1. Navn og samskiftisupplýsingar hjá dátuábyrgdaranum
  2. Endamálið við einstøku viðgerðini
  3. Eina lýsing av bólkum av skrásettum og sløgum av persónupplýsingum
  4. Bólkar av móttakarum
  5. Upplýsingar um flutning av persónupplýsingum til eitt útland, triðjaland ella millumtjóða felagsskap
  6. Ætlaðu tíðarfreistirnar fyri striking av ymisku sløgunum av upplýsingum.
  7. Eina almenna lýsing av trygdartiltøkunum, sum eru nevnd í § 46, stk. 1.