16-05-2024
Dátuverndarlógin broytt
Tann 10. mai kom Løgtingslóg nr. 29 frá 10. mai 2024 um broyting í løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum í gildi. Løgtingslógin broytir § 73 í dátuverndarlógini.
Upprunaliga kundi Dátueftirlitið bert almannakunngera úttalilsir og avgerðir í navnleysum líki. Broytingin strikar kravið um navnloysi, og tí kann - og fer - Dátueftirlitið framyvir nevna nøvnini á teimum fyritøkum og stovnum ið avgerðirnar og úttalilsini snúgva seg um.
Kravið um navnloysi verður framvegis galdandi fyri einstaklingar.