Dátueftirlitið
06-05-2021

Dátuverndarlógin og cloudloysnir

Dátueftirlitið fær mangan spurningar um, hvussu ásetingarnar í dátuverndarlógini skulu tulkast, tá persónupplýsingar verða goymdar í cloudloysnum, sum ikki eru staðsettar í Føroyum. Tí hevur Dáturáðið á fundi 5. mai 2021 umrøtt nýtslu av cloudloysnum og dátuverndarlógina.

Semja var um, at yvirskipað eru trý viðurskifti, sum eru av serligum týdningi, um ein dátuábyrgdari ætlar at nýta cloudloysnir. Hesi eru:

  1. Flutningur av persónupplýsingum úr Føroyum
  2. Dátuviðgeri og dátuviðgeraravtala
  3. Trygd í samband við viðgerðina av persónupplýsingum

Um persónupplýsingar skulu flytast úr Føroyum til cloudloysnir, mælir Dátueftirlitið til, at persónupplýsingarnar verða goymdar í einum ES- ella EBS-landi, tí verndarstøðið í hesum londum er á sama støði sum í Føroyum.

Les niðurstøðuna hjá Dáturáðnum her.