Dátueftirlitið
17-12-2021

Dátuviðgerðaravtalur endurnýggjast áðrenn 1. januar 2022

Allar dátuviðgerðaravtalur skulu vera í samsvari við dátuverndarlógina í seinasta lagi 1. januar 2022.

Sambært § 81,  stk. 4 í dátuverndarlógini, skulu allar dátuviðgerðaravtalur, sum vóru inngingnar, áðrenn dátuverndarlógin kom í gildi, verða í samsvari við dátuverndarlógina í seinasta lagi 1. januar 2022.

Persónsupplýsingalógin, t.e. løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónupplýsingum, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 17. mai 2004, fór úr gildi 31. desember 2020.

Sambært § 31, stk. 2, og 5, í persónsupplýsingalógini skuldi skrivlig dátuviðgerðaravtala verða millum partarnar, tá ið viðgerð av persónupplýsingum fór fram. Sambært persónsupplýsingalógini skuldu dátuviðgerðaravtalurnar lúka krøvini í § 31, stk. 3.

Dátuverndarlógin, sum kom í gildi 1. januar 2021, ásetir meiri nágreinilig krøv til dátuviðgerðaravtalur, og dátuábyrgdari og dátuviðgeri skulu tryggja sær, at allar dátuviðgerðaravtalur lúka krøvini í §§ 41 og 42 í dátuverndarlógini í seinasta lagi 1. januar 2022.

§ 41, stk. 2, nr. 1-9 í dátuverndarlógini ásetir nágreinilig krøv til avtaluna. Eins og í persónsupplýsingalógini skal avtalan millum dátuábyrgdara og dátuviðgera áseta, at dátuviðgerin einans ger eftir boðum frá dátuábyrgdaranum. Hetta er fyri at staðfesta, at tað er dátuábyrgdarin, sum hevur ábyrgdina og valdið yvir viðgerðini.

Avtalan um dátuviðgerð skal eisini áseta, at dátuviðgerin tryggjar eitt hóskandi trygdarstøði og fremur tiltøk sambært § 46 í dátuverndarlógini. Eins og dátuábyrgdarin sjálvur skal dátuviðgerin leypandi váðameta og seta tiltøk í verk, sum hóska til váðan. Hetta er galdandi allan vegin út eftir viðgerðarketuni.

Sambært § 42 kann dátuviðgerin ikki nýta annan dátuviðgera – undirdátuviðgera – uttan so, at dátuábyrgdarin hevur givið alment ella ítøkiligt loyvi. Hesi viðurskifti skulu eisini vera skrivlig. Og hevur dátuábyrgdarin givið alment loyvi, skal dátuviðgerin boða dátuábyrgdaranum frá, áðrenn nýggjur undirdátuviðgeri verður nýttir, soleiðis at dátuábyrgdarin kann mótmæla hesum.

Sum heild hevur dátuviðgerin við dátuverndarlógini ein meiri aktivan lut í at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við lógina.

Standard dátuviðgerðaravtalur, sum kunnu nýtast til at innganga dátuviðgerðaravtalur, sum eru í samsvari við dátuverndarlógina, eru at finna á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum undir Standardavtalur.