Dátueftirlitið
21-06-2025

Eftirlitisætlan fyri seinnu helvt av 2025

Á dáturáðsfundi tann 20. juni 2025 samtykti Dáturáðið eftirlitisætlanina, fyri tað ið eftir er av 2025.

Vakmyndatól

Sambært løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli skulu øll vakmyndatól skrásetast hjá Dátueftirlitinum. Harumframt skal øll viðgerð av persónupplýsingum ið fer fram tá vakmyndatól verða nýtt til at yvirvakja likamligar persónar luka krøvini í dátuverndarlógini.

Í seinnu árshálvu fer Dátueftirlitið á eftirlitisvitjan hjá fyritøkum og stovnum, ið nýta vakmyndatól til yvirvøku. Dátueftirlitið fer at kanna um viðgerðin lýkur krøvini í dátuverndarlógini til m.a. viðgerðarheimild, kunning, viðgerðartrygd (t.e. um dátuábyrgdarin hevur hóskandi mannagongdir o.l.) og um viðgerðin fer fram í samsvarið við meginreglurnar í § 7 í dátuverndarlógini.

Viðgerðartrygd

Dátueftirlitið fer eisini at senda út spurnarskjøl, ið snúgva seg um viðgerðartrygd. Dentur verður serliga lagdur á bygnaðarligar trygdarfyriskipanir. Tað vil siga, at at Dátueftirlitið fer at kanna, um dátuábyrgdarir hava mannagongdir ið tryggja áhaldandi trúnað, integritet og atkomu. Dátueftirlitið fer serliga at leggja dent á at kanna um dátuábyrgdarar hava gjørt eina nøktandi váðameting og eina nøktandi mannagongd fyri handfarin av trygdarbrotum.