Dátueftirlitið
04-05-2022

Eftirlitsætlan fyri 2022

Síðani dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021 hevur Dátueftirlitið lagt seg eftir at skipa eftirlitini á ymsar hættir. Fyri at koma breiðari út hevur Dátueftirlitið roynt spurnabløð sum nýtt eftirlitsamboð. Dátueftirlitið hevur ta fatan, at hesin eftirlitsleistur virkar væl.

Á dáturáðsfundi tann 20. apríl 2022 viðgjørdi Dáturáðið, hvussu eftirlitsarbeiðið hjá Dátueftirlitinum skal skipast, tað ið er eftir av 2022. Avgjørt var, at eins og í 2021 fer Dátueftirlitið at gera eftirlit, ið eru avmarkað til ávís evnir, og sum taka støði í spurnablaði.

Sum nakað nýtt fer Dátueftirlitið at almannakunngera, hvørji evnir eftirlitini fara at byggja á. Dáturáðið hevur samtykt, at tað ið eftir er av 2022 verður eftirlit framt við:

  • Dátuverndarfólki
  • Kunning til skrásetta
  • Trygdarbrotum
  • Dátuviðgerðaravtalum

Eftir ætlan fer Dátueftirlitið at fremja tilsamans áleið 100-120 eftirlit í ár.