Dátueftirlitið
06-07-2021

ES hevur góðkent Sameinda Kongsríkið sum trygt triðjaland

ES-nevndin góðkendi 28. juni 2021 Sameinda Kongsríkið sum trygt triðjaland viðvíkjandi flutningi av persónupplýsingum. Hetta hevur við sær, at persónupplýsingar kunnu flytast frítt úr ES til Sameinda Kongsríkið.

Avgerðin hevur samstundis við sær, at tað verður staðfest, at Sameinda Kongsríkið góðkennir ES- og EBS-londini sum trygg. Persónupplýsingar kunnu tí eisini flytast frítt úr Sameinda Kongsríkinum til ES/EBS.

Eisini staðfestir avgerðin, at Sameinda Kongsríkið góðkennir tey triðjalondini, sum ES fyri 1. januar 2021 hevði góðkent sum trygg. Hetta fevnir m.a. um Føroyar. Tað merkir, at persónupplýsingar framhaldandi kunnu flytast frítt úr Sameinda Kongsríkinum til Føroyar. Sambært avgerðini skal Sameinda Kongsríkið fyri árslok 2024 endurskoða góðkenningina av m.a. Føroyum.

Sambært kunngerð nr. 175 frá 16. desember 2020 um triðjalond, sum hava nøktandi verndarstøði viðvíkjandi flutningi av persónupplýsingum, er Sameinda Kongsríkið góðkent sum trygt triðjaland í Føroum. Tað merkir, at persónupplýsingar frítt kunnu flytast úr Føroyum til Sameinda Kongsríkið.

ES-nevndin hevur tikið tvær avgerðir. Eina yvirskipaða, sum tekur støði í fyriskipanini um dátuvernd (GDPR). Les ta avgerðina frá ES-nevndini her. Víst verður serliga til pkt. 2.5.7. Restrictions on onward transfers.

Hin avgerðin tekur støði í direktivi, sum er galdandi fyri rættarhandhevjandi myndugleikar. Les ta avgerðina her.