Dátueftirlitið
27-06-2023

Føroya Politi og Dátueftirlitið: Minnist til at vísa góðan atburð á netinum

Føroya Politi og Dátueftirlitið uppliva tíðum, at tónin á netinum er í so harður, og atburðurin í so ljótur.

Fyri at fyribyrgja lógarbrot og sum fortalarar fyri góðum atburði og góða tónanum á netinum, vilja Føroya Politi og Dátueftirlitið minna á, at tað er týdningarmikið at hava fyrilit fyri øðrum og vísa sama góða atburð á netinum, sum vit leggja okkum eftir í vanliga lívinum.

Føroya Politi fær av og á fráboðanir um hóttanir á netinum og vil minna borgarar á at vanda sær um málið og ikki at missa tamarhaldið, tá ið sitið verður við skíggjan.

Á Dátueftirlitinum koma javnan fráboðanir frá borgarum, ið kenna seg útstillaðar ella ærumeiddar vegna óynsktar myndir á netinum.

Føroya Politi og Dátueftirlitið vilja við hesum minna á, at dátuverndarlóg og revsilóg eru eisini galdandi, tá tú ferðast á netinum. Vit heita á øll um at hava ein góðan og siðiligan atburð - eisini á netinum.