Dátueftirlitið
24-05-2023

Fundur í Reykjavík fyri norðurlendsku dátueftirlitini

Tann 15. og 16. mai hittust norðurlendsku dátueftirlitini í Reykjavík fyri at deila royndir og kjakast um viðkomandi evni.

Árligi norðurlendski fundurin hevur verið síðani 1988. Eins og á seinasta fundi í Helsinki bleiv ein yvirlýsing samtykt.  Reykjavík yvirlýsingin leggur serligan dent á at styrka samstarvið millum norðanlondini og at halda á fram við at kanna dátu- og váðagrundaða tilgongdina fyri eftirlit. 

Yvirlýsingin kann lesast her.


Anu, Lena, Christina, Tóri, Helga, Lena og Line
Finnland, Áland, Danmark, Føroyar, Ísland, Svøríki og Norra