Dátueftirlitið
07-01-2021

Góðkend dátuviðgeraravtala og nýggjar vegleiðingar

Standard dátuviðgeraravtala góðkend av landsstýrismanninum

Sambært § 43, stk. 1 í dátuverndarlógini kann landsstýrismaðurin eftri ummæli frá Dátueftirlitinum góðkenna eina standard dátuviðgeraravtalu. Løgmansskrivstovan hevur boðað Dátueftirlitinum frá, at standardavtalan, sum er tøk á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum, er góðkend.

Standard dátuviðgeraravtalan lýkur krøvini í dátuverndarlógini til innihald í slíkari avtalu.

Standardavtalan er tøk her.

Nýggjar vegleiðingar

Tvær nýggjar vegleiðingar eru tøkar á heimasíðuni.

Hetta er vegleiðing um flutning av persónupplýsingum úr Føroyum og vegleiðing um viðgerð av persónupplýsingum til granskingarendamál.

Les vegleiðingarnar her.